Leikbann í 11 mánaðir

Svenskt íshokki er skakað av einum óvanliga ógvusligum álopi. Sí sjónband her!

Tað var hin 28. mars í dysti ímillum svensku íshokkifeløgini Rögle og Västerås, at Rögle-spælarin, André Deveaux, gjørdist frá sær sjálvum og leyp á mótstøðuleikaran, Per Helmersson.


Tað, sum ger brotið serliga ávlarsligt, er, at álopið varð framt undir upphitingini til dystin og at Per Helmersson var púra verjuleysur og vendi rygg til Deveaux, sum kom skoytandi frá beinkinum.


Dómararnir varnaðust ikki hendingina, og André Deveaux slapp tískil at spæla dystin hetta kvøldið. Tað gjørdi Per Helmersson eisini, sum ikki varð stórvegis meiddur av álopinum.


31 ára gamli André Deveaux, sum er føddur á Bahamas men uppvaksin í Kanada, fekk stutt eftir hendingina sekkin frá felagi sínum, Rögle.


Sjónbond av hendingini eru síðani komin undan kavi, og við teimum sum prógv tók svenska íshokkisambandið sakina upp.


Í gjár fall so dómurin. Svenska íshokkisambandið hevur givið André Deveaux 11 mánaðir leikbann, sum er longsta leikbannið í svensku íshokkisøguni.


Longsta leikbannið frammanundan átti Jan-Axel Alavaara, sum í 1998 fekk átta mánaðir fyri at hava lopið á ein dómara.


Eisini Rögle hevur fingið eina bót áljóðandi 25.000 svenskar krónur fyri ikki at fylgja reglunum, sum eru galdandi í sambandi við upphiting áðrenn dyst.

 

Sjónband av álopinum sæst omanfyri.