Tað var ein sera fegin Bill McCleod Jacobsen, ið vit fingu orðið á beint eftir dystin ímóti FC Keypmannahavn mánakvøldið. Dagligi leiðarin í KÍ, sum mánakvøldið hevði ábyrgdina av besta liði felagsins, nú danski venjarin, Ove Flindt Bjerg, er í summarfrí, metti dystin mánakvøldið sum leikliga hæddarpunktið í sambandi við 100 ára føðingardag felagsins.
Serliga søtur sigur
Herfyri vann KÍ 2-0 á donsku bronsuvinnarunum úr Esbjerg, men Bill McCleod Jacobsen viðgongur, at sigurin á donsku meistarunum mánakvøldið var serliga søtur, tí talan var um meistaraliðið, sum harafturat hevur ein klaksvíking á liðnum.
At KÍ nú hevur vunnið á tveimum av teimum fremstu donsku liðunum, heldur Bill átti at givið sjálvsálit, áðrenn lagt verður til brots aftur í landskappingini fyrst í august mánaða. Júst sjálvsálitið hevur manglað fleiri ferðir í fyrru hálvu, sigur Bill, sum vónar, at KÍ við eitt sindur meiri av sjálvsáliti fer at gera seg meiri galdandi heilt har frammi í landskappingini eftir summarsteðgin.