Aftur í ár skipa Føroya Fólkaháskúli og Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) fyri Leiklistarskúla Føroya Annað árið á rað skipa Føroya Fólkaháskúli og Meginfelag áhugaleikara Føroya (MáF) fyri Leiklistarskúla Føroys. Leiklistarskúlin byrjaði í 2008, og er ætlanin, at hann skal vera á hvørjum ári.
Hesaferð verður umframt í leiklist, leikstjórn og í at skriva til pall, eisini undirvíst í scenografi, og pláss verður aftur fyri 30 næmingum, sum búgva á Háskúlanum teir 4 dagarnar.
Skúlin byrjar mikukvøldið 20. mai kl. 20 og endar sunnudagin 24. mai kl. 17. Næmingarnir fáa skeiðsváttan frá skúlanum og møguleika at halda áfram við lestrinum í 2010.
Lærarar verða Maria í Dali, Ágústa Skúladóttir, Sigrún Valbergsdóttir og Karl Ágúst Úlfsson.
Leiklistarskúlin er fyri øll sjónleikaáhugað.
Gjaldið fyri undirvísing, kost og vistarhald er: 1.250 krónur fyri limir í limafeløgum MáF?s og í Ungum í MáF, og fyri tey, sum ikki eru limir er kostnaðurin 2.000 krónur. Tekningarskjal fæst frá MáF, á maf@maf.fo