Leiklistavitjan úr Troms og Finnmark

Beaivvas Sami Theatér er samiski sjónleikabólkurin, sum fer at framføra ?Den Rimhårede og drømmeseeren? í Norðurlandahúsinum leygardagin 24. mai kl. 19.30. Nils-Aslak Valkeapää man vera kendasti samiski høvundurin og multilistamaðurin nakrantíð. Á einum postkorti skrivaði hann sítt seinasta ynski, sum var, at hesin leikurin skuldi verða framførdur. Seks ár eftir deyða hansara er leikurin veruleiki og leiklistakvinnan Mary Sarre er vís í, at úrslitið hevði glett hann.

Leikurin er ein konsert av skaldakynstri og tónleikurin verður framførdur live í leikinum. Esa Kotiläinen, sum spældi tónleik við Nils-Aslak Valkeapää, er partur av framførsluni og hervið er lagt upp til sera áhugaverdan tónleik. Søgan er um ein vísmann, ein shaman, sum ynskir at føra kunnleika sín víðari til ein reinsdjórahirði. Hetta ger hann í dreymum.

Tað liggur nærhendis at tulka ?Den Rimhårede? sum alter ego ella spegl at Nils-Aslak Valkeapää. Teksturin ýður í undirteksti og tilvísingar - og hetta er júst eyðkenni í samisku frásøgusiðini.

Japanskt og samiskt vovið saman

Í ?Den rimhårede og drømmeseeren? er Noh-sjónleikatraditiónin úr Japan vovin saman við samiska evnið í leikinum. Teir storslignu og vøkru búnarnar, ljóssamansetingin og pallmyndin hava eisini japanskan íblástur.

Leikurin verður framførdur í Høllini í Norðurlandahúsinum, sum partur av norðurlendskari rundferð í Finnlandi, Noregi, Svøríki, Føroyum og Íslandi. Beaivvas Sami theatér hava áður vitjað í Norðurlandahúsinum, har tey vórðu sera væl móttikin.

Atgongumerki kosta 125 kr. og kunnu keypast á nlh.fo, í Norðurlandahúsinum og í Kunningarstovunum í Tórshavn og Runavík.