Í gjár 24. oktober flaggaði merkið á Tinghúsvøllinum fyri fyrstu ferð henda dag. Landsstýrið hevur gjørt av, at tað skal flaggast ST dagin. Eisini verður nú flaggað 8. mars, sum er altjóða kvinnudagur.
Hví halda og flagga ST dagin vil onkur spyrja! ST átti at verið tað nærmasta vit koma friði og demokratii, tí átti hetta at verið so sjálvsagt. At ST tó ikki hevur megnað at fremja allar tær uppgávur, sum mong av okkum halda tað átti, er so nakað vit eiga at hugsa nærri um. Hóast góðar intentiónir, so vil talan eisini verða um vald og styrki. Tí er leikluturin hjá ST í fleiri málum avmarkaður. Hinvegin eiga vit ikki at gloyma, at á nógvum økjum ger ST eitt ómetaliga stórt og týdningarmikið arbeiði, og tað kom tí heldur ikki óvart á nakran, tá og tess aðalskrivari fingu Nobelvirðislønina herfyri.
Vit hava brúk fyri einum breiðum orðaskifti um leiklutin hjá ST í framtíðar globala samfelagnum. Í hvønn mun ber til at gera henda felagsskap til ein púra óheftan stovn, sum kann virka ímóti ófrælsi, ódemokratii, rasismu, religiónsfanatismu, terrorvirksemi og samtíðis virka fyri at betra um livikorini hjá sjúkum og fátækum, ja tryggja teimum minni mentu javnbjóðis lut í jarðarinnan ríkidømi.
Ein av stóru og álvarsligu uppgávunum hjá ST í byrjanini av hesi nýggju øldini er at byggja brúgv millum ríka og fátæka partin av heiminum og tryggja, at virðini og tilfeingið, ið vit bert hava fingið til láns frá okkara eftirkomarum, verða rætt troytt og býtt. Størsta hóttanin móti mannaættini er ikki kjarnorkuvápn ella biologiskt vápn í sær sjálvum. Tað er vaksandi kluftin millum rík og fátæk. Og her hava vit í vesturheiminum eina stóra ábyrgd. Mótmælisgongurnar í sambandi við fundirnar hjá heimsins handilssamgongum, heimsbanka ol. er nakað vit eiga at taka í álvara. Hetta eru ikki bara ófriðakroppar og anarkistar, ið vilja gera um seg. Vit mugu fokusera meira á, hvat henda nýggja ?bylgjan? í veruleikan ger vart við. Skulu vit, sum longu hava nokk, sleppa at tvíhalda um okkara fyrimunir og atgongd til ríkidømi? Hvønn rætt hava vit at tvíhalda um skuldina frá teimum tilafturkomnu londunum, sum vit í mongum førum hava mergsogið? Hvørjar avleiðingar fáa risastóru multinationalu fyritøkur fyri okkum øll. Hví skal alt privatisera osfr.