Serfrøðingar í lógarmálum í danska Løgmálaráðnum, skulu nú kanna leiklutin hjá Mogens Lykketoft í partabrævaumbýtinum.
Samstundis royna politisku flokkarnir í Fólkatinginum møguleikan at gera eina óhefta løgfrøðiliga kanning av nógv umrøddu sambandinum hjá Lykketoft, bæði við Fíggjareftirlitið og Tjóðbankan.
Tað er Aage Frandsen, framsøgumaður í Føroya-málum í SF, sum hevur heitt á løgmálaráðið um at taka málið upp.
Løgfrøðiligu serfrøðingarnir skulu meta um, hvørt Lykketoft helt seg til lógina um ráðharraábyrgd, tá hann í apríl 1993 fekk Tjóðbankan at veðhalda fyri føroysku bankarnar, uttan tó at kunna fíggjarnevndina í Fólkatinginum um tað.
Serfrøðingarnir skulu eisini kanna, um fíggjarmálaráðharrin bar seg lógliga at, tá hann setti seg í samband við Eigil Mølgaard, táverandi stjóra í Fíggjareftirlitinum, og bað hann ?pjaka³ sær við bankaeftirlitinum í Føroyum.
- Um løgmálaráðið metir, at hetta er ein trupulleiki, hevur SF í hyggju at seta seg í samband við aðrar lógfrøðingar. Um tað vísir seg at teir eru samdir, kann talan verða um at fáa eina óhefta løgfrøðiliga meting, segði Aage Frandsen, limur í Politsku búskaparnevndini, í farnu viku.
Hóast tað frameftir er ivamál, um ein óheft kanning yvirhøvdu kemur upp á tal, heldur Uffe Ellemann-Jensen, formaður í Vinstaflokkinum, at SF og Eindarlistin ikki longur stuðla stjórnina til fulnar í hesum máli.
-Trygdarnetið, sum flokkarnir vinstrumegin í Fólkatinginum higartil hava spent út, er um at skrædna.
- Tá lógmálaráðið hevur svarað spurninginum, fara vit at umhugsa spurningin um eina óhefta lógfrøðiliga meting. Kanningarhátturin viðvíkjandi bankamálinum, leggur júst upp til, at Fólkatingið skal gera niðurstøðu í málinum, sigur Uffe Ellemann-Jensen við Politiken seinasta fríggjadag.