Leiknir eitt gott val fyri meg

Hóast talan er um eitt lið í næstbestu íslendsku fótbólts­deildini, so heldur fyrrverandi ÍF-profilurin, Dánjal á Lakjuni tað verða eina góða íløgu, at hann hevur skrivað undir ein sáttmála við íslendska høvuðs­staðarfelagið, Leiknir

Miðjan januar í ár fór fugl­firð­ingurin, Dánjal á Lakjuni til Reykjavíkar at royna fót­bóltseydnuna í næstbestu ís­lendsku fótbóltsdeildini. Felagið Dánjal hevur skrivað sáttmála við er reykja­víkar­felagið, Leiknir, sum hevur havt eina tunga ítróttarliga gongd tey seinastu árini, og hevur verið nær við at flyta niður í triðbestu íslendsku fótbóltsdeildina. Nú hevur felagið bjálvað seg við bara íslendskum spælarum, og einum fuglfirðingi, Dánjali á Lakjuni.
Dánjal var heima í Før­oy­um í páskafríi, tá vit fingu orðið á hann. Hann undir­strikar, at hann hevur altíð droymt um at sleppa uttan­lands at spæla fótbólt, og tá so fyrsta veruliga tilboðið kom, so valdi hann at taka av beinavegin. Hóast talan ikki er um ta fremstu íslendsku fót­bólts­deildina.

Tungt í byrjanini
Dánjal á Lakjuni virkar ógvu­liga fegin um sítt val, tá vit tosa við hann:
– Tað hevur eftir mínum tykki gingið væl hjá mær higartil. Eg slapp ikki at royna meg í einum fótbóltsdysti, fyrr enn fimm vikur vóru farn­ar, sjálvt um talan eisini varð um venjingardystir. Hetta var eitt sindur harmi­ligt, men aftaná hesar fimm vikurnar vóru farnar gekk betur.
Byrjanin av venjingini hjá Leiknum var ógvuliga hørð, tí talan var um harða likamliga venjing, sum ein ikki er vanur við í Føroyum. Talan var eisini um harðar kondi­sjóns­venjingar, og tá eg sam­stundis ikki slapp at royna meg í dysti fyrstu tíðina, so gjørdist tað rætt­iliga tungt. Íslendsku reglur­nar eru soleiðis, at út­lendsku spælararnir fáa ikki leikara­loyvi fyrr enn aftaná 21. februar. Men síðani 21. februar hevur alt verið uppá stás, bæði venjingar, lið­felagar, og alt rundan um felag­ið, greiðir Dánjal frá.

Eitt gott familjufelag
Ofta frættist frá føroyskum fótbóltsútisetum, at talan er um eitt kalt umhvørvið, og tað er ofta lítið sosialt, sum knýtir spælararnar saman. Hetta fær eisini ofta før­oyskar fótbóltsútisetar at seta kósina heimaftur.
Men soleiðis er tað als ikki í Leiknum, sambært Dánjali á Lakjuni:
– Hópurin hevur tað ótrú­liga gott saman sosialt. Spæl­ararnir tóku ordiliga væl ímóti mær, og eg kendi meg ordiliga vælkomnan í fel­agið. Fólkini í leiðsluni og fjepp­arar tóku eisini ótrúliga væl ímóti mær. Tað hev­ur havt stóran týdning fyri meg, at ein hevur kent seg væl í Leiknum frá fyrsta degi. Íslendingar eru eitt fitt fólka­slag, og júst Leiknir er eitt gott familjufelag, sum teir ofta sjálvir framhevja.

Vunnu Reykjavíkar-kapp­ingina uttan Dánjal
Leiknir hevur longu vunnið eitt heitið, sum vónandi gev­ur eitt tekin um betri dagar:
– Tíverri hevði eg ikki leik­araloyvið tøkt, tá Leiknir í februar vann Reykjavíkar-kappingina, tá teir í finaluni vunnu 3-2 á KR, sigur Dánjal eitt sindur harmur. Talan er um fyrstu ferð í søguni, at Leiknir vinna Reykjavíkar-kappingina.
Í steypakappingini »Lengju-bikarið« hevur Leiknir spælt fimm dystir higar­til. Eg var ikki við tann fyrsta dystin, men eg var við í tí næsta dystinum, og tá gekk framúr. Vit vunnu 3-1 á Haukum, og tá skor­aði eg tvey mál. Dánjal og lið­felag­ar­nar hava síðani tapt ímóti trim­um liðum úr tí bestu ís­lendsku fótbóltsdeildini.
Ímóti KR gjørdist talan um 1-3 tap, har Dánjal skeyt einasta málið hjá Leiknum.

Arbeiðir sum rørleggjari
Dánjal arbeiðir eisini við síð­unnar av fótbóltinum. Heima í Føroyum varð hann í læru, sum rørleggjari, og tað er júst, sum rørleggjari, at Dánjal starvast í Reykjavík. Tó er tað skipað soleiðis fyri at hava Dánjal og liðfelagarnir ein dyst á skránni, ella eina harða venjing, so ber til hjá Dánjali at fáa frí eitt sindur fyrr. Bæði í Leiknum, og á arbeiðs­plássinum heldur Dánjal seg hava funnið góðar felagar, sum eru vinsælir.
Hann byrjar at koma eftir tí íslendska málinum. Hann sigur seg skilja 80 prosent nú, og hann vónar, at ikki ov long tíð gongur, áðrenn hann hevur tak á tí íslendska mál­inum.

Fyrimunur við innandura hallum
Dánjal á Lakjuni dylur ikki fyri, at íslendskur fótbóltur hevur ein risastóran fyri­mun framum føroyskan fót­bólt, tá talan er umstøður.
Íslendingar hava nakrar góðar innandura hallir, sum gera tað møguligt hjá ís­lend­ingum at venja og spæla fótbóltsdystir alt árið.
– Føroyingar eiga veruliga at øvunda íslendingum hes­ar umstøðurnar, og stremba eftir at fáa eins góð­ar um­støður í Føroyum, tí hetta krevst um vit skulu menna før­oyskan fótbólt, undir­strik­ar Dánjal.

Droymir um landsliðið
Dánjal á Lakjuni hevur ikki givið upp dreymin at um­boða føroyska A-lands­liðið, aftaná nøkur góð avrik á tí føroyska U21-lands­liðnum í undanfarnu undan­kapp­ingini.
Hann vónar, at um Lars Olsen kemur ein túr til Reykja­víkar at hyggja eftir Jónasi Thór Næs, at høvið eisini býðst hjá Lars Olsen at síggja Dánjal í dysti fyri Leiknir. Men tað má tíðin so vísa.
Fyrst ætlar Dánjal at gera sítt ítarsta fyri Leiknir, og hann vónar, at hann og liðfelagarnir megna at vinna sær uppflyting upp í fremstu fót­bóltsdeildina, men har eru nógv lið um boðið, og har skal arbeiðast hart í ein­ari intensivari kapping, sum koyrir í 22 umførum frá fyrst í mai til seinast í sep­tember. Men tað er ein arbeiðs­setn­ingur, sum Dánjal gleðir seg til.