Dramaverkstaðið eftirlýsir nýggjum handritum til barnaleikir, og hevur tí skrivað út eina leikritakapping. Ætlanin við leikritinum er, at fáa fleiri leikir til vega, ið skulu kunna spælast av børnum og barnsligum sálum. Øll kunnu luttaka í kappingini, roynd sum óroynd, verður sagt í tíðindaskrivi. Málbólkurin, skrivast skal til, er børn millum 8-12 ár. Talan skal vera um leikrit, og ikki søgu ella yrking, og vegleiðandi longdin á leikritinum sigur, at leikurin skal halda seg til millum 15-30 minuttir.
Freistin at lata inn leikrit er 15. juni, og í september verður vinnarin kosin. Í skrivi siga fyrireikararnir, at dómsnevndin, ið verður vald av Dramaverkstaðnum, og samansett av fakfólki innan leiklist, tilskilar sær rættin til ongan at velja.
15.000 krónur verða latnar vinnaranum, nummar tvey fær 10.000 krónur og nummar trý 5.000 krónur. Handritini skulu sendast Dramaverkstaðnum.