Leikur um Kongsdóttirina í Nólsoy á ovastevnu

Eitt av hæddarpunktunum á ovastevnu verður framførslan av nýskrivaðum sangleiki. Gunvor Reynberg, sum er hálvur føroyingur, hevur skrivað leikrit og sangir. Kim Hansen hevur gjørt tónleikin

Eitt av hæddarpunktunum á ovastevnu verður framførslan av nýskrivaða sangleinkinum “Kongsdóttirin í Nólsoy”. Gunvor Reynberg, sum er hálvur føroyingur, útbúgvin sjónleikari og sum er royndur leikritahøvundi hevur skrivað leikrit og sangir. Umsett til føroyskt hava Hilmar og Gunnvør Joensen. Kim Hansen hevur gjørt tónleikin. Súni Joensen er ljóssniðgevi og Nicolaj Falck pallsniðgevi. Flest allir leikarar og sangarar eru úr Nólsoy ella hava tilknýti til bygdina.

 

Leikurin tekur støði í søgnini um kongsdóttrina, sum skal verða komin úr Skotlandi til Føroyar og hava búsett seg í Nólsoy. Hetta er ein sangleikur fyri stór og smá.

 

Spælt verður á flakavirkinum, sum í løtuni verður umskapað til eitt serligt leikhús. Uppsetingin er eitt samstarv millum ovastevnunevndina, bygdafelagið og stigtakararnar. Frumsýning verður hósdagin 11. august kl. 17. Á ovastevnu verða sýningarnar hesar:

 

Fríggjadagin 12. august kl. 17

 

Leygardagin 13. august kl 13

 

Leygardagin 13. august kl. 16

 

Sunnudagin 14. august kl. 18

 

Atgongumerki verða seld í Nólsoy.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##