Leikurin Tóm Rúm á New Nordic Drama

Leikarafelag Føroya, føroyskir sjónleikarar og Tóm Rúm eftir Marjuna S. Kjelnes eru við á Ibsen Festivalinum í Oslo 18. sept. 2016

Leikarafelag Føroya, føroyskir sjónleikarar og Tóm Rúm eftir Marjuna S. Kjelnes eru við á Ibsen Festivalinum í Oslo 18. sept. 2016

 

 

Eitt av mongu tiltøkunum, sum var á skrá tá norðurlendski sjónleikafestivalurin Dagarnir 2016 var í Føroyum í mai í ár, var readingfestivalurin New Nordic Drama - ella LeikREAD, sum vit kenna tað herheima. New Nordic Drama fer nú sína ferð víðari kring Norðanlond. Fyrsti steðgur var í Keypmannahavn á Husets Teater 8. juni sum partur av CPH.STAGE. Næsti steðgur verður í Oslo, sum partur av Ibsen Festivalinum. 

 

Readings - ella pallsettar lesingar- av 6 norðurlendskum leikum verður í Dramatikken Hus í Oslo 18. september. 

 

Føroyska umboðið í New Nordic Drama er leikurin Tóm Rúm eftir Marjuna Syderbø Kjelnes. Ria Tórgarð hevur leikstjórnað pallsettu lesingina av Tóm Rúm, umframt íslendska leikin Segulsvið (Magnetic) eftir Sigurð Pálsson. Sjónleikarinir Durita Dahl Andreasen og Nicolaj Falk framføra Tóm Rúm á føroyskum við enskum undirteksti. Ensku týðingina hevur MaritaThomsen gjørt.

Tóm Rúm er valt av eini úrvalsnevnd. Grundgevingin frá dómsnevndini um Tóm rúm er at lesa í viðhefta skjali.

 

Endamálið við New Nordic Drama er at varpa ljós á norðurlendskan dramatik og at  vísa fram bestu leikrit úr hvørjum Norðanlandi, sum hevði sína heimsfrumframførslu í  egnum landi í árunum 2014-2015. 

 

At gera readings burtur úr leikritum, t.e. stuttar pallsettar lesingar, sum vísa brotpartar av leikinum er ein genra, ella ein háttur, sum hevur vundið nógv uppá seg hesi seinastu árini. Ein háttur, har leikarnir saman við leikstjóra við stuttari venjingartíð geva eitt boð upp á eina tulking av einum leikriti. Her eru tey stóru strokini nýtt, tó við eini kenslu av heildini og huglagnum í leikinum. Teksturin er í fokus og hava leikarnir eisini handritið við sær upp á pallin. 

 

New Nordic Drama er ein víðari menning av  átakinum Nordic Drama Train, sum var ein víðarimenning av fyrrverandi norðurlendsku dramatikaravirðislønini. 

 

Leikarafelag Føroya hevur fyri triðju ferð verið við í hesum reading átakið.  Fyrstu ferð í 2013, har føroyskir leikarar lósu og framførdu 5 norðurlendsk leikrit á Tjóðpallinum - LeikREAD 2013. Aðru ferð var í 2015, tá føroyski leikurin Sár á Sál eisini var við í LeikREAD og nú við New Nordic Drama - har tað umframt leikirnir og høvundarnar, verða leikarar úr hvørjum landi, sum ferðast runt og lesa/framføra leikirnar.

 

Vónandi finna leikirnir í framtíðini vegin fram til leikhús í grannalondunum, týddir og uppsettir í fullari longd.

 

Sí skránna hjá Ibsen festivalinum

http://www.ibsenfestivalen.no/eng-new-nordic-drama

 

DAGARNIR 2016

Nordic Performing Arts Days 

24.-28. mei 2016

Tórshavn - Faroe Islands

www.nordicperformingartsdays.fo

www.facebook.com/Nordic-Performing-Arts-Days