Hon stendur undir børu í Siloa. Hetta fitta menniskjabarnið. So avmarkað í fimi. So óavmarkað í umsorgan og virksemi fyri onnur. Og sum í morgunsins besta blóma møtti møðsamari mótbrekku og merkti longu tá, at tað tók at kvølda - likamliga. Hon er nú farin - bara fimti ár á baki.
Salurin allur á tremur av fólki úr øllum landinum - við harmi og samkenslu saman við teim syrgjandi. Og strekkja orð til hesa løtu? Nei, so lítið er um okkum - .
Tó talað verður. Orð úr Skriftini verða lisin og fjálg lýsingarorð søgd um Leilu. Og kann nakar geva henni – sum undir børu stendur - annað enn tað besta ummæli?
Martin Joensen, systkinabarn umsorgarfulla mann hennara, syngur nú við børuna: “Uttan teg” egna sálm sín - orð og lag - so inniliga um lívsins leitandi løtur – so einfalt og so djúpt, sum endar við:
Hvirlur bresta á mín rút,
tigandi eg hyggi út.
Man í storminum tá eg
aftur, Harri, hóma teg?
Verjugarður mín ver tú;
vakta, Harri, mína búð.
Faðir, ver tú styrki mín,
- leið meg loksins heim til tín.
Tá mítt berg mær gerst ov høgt
tá hvørt vitaljós er sløkt.
Faðir fylg mær tá á leið,
tú, sum eina troyttast ei.
- - -
Nógv og gott er skrivað um Leilu, og sum ikki skal verða endurtikið her. Mangt gott er at bera móðurætt hennara sunnan av landi. Ikki minst Palmu sjálvari. Hon og Jørleif komu at kennast uppi á Heygum í Klaksvík, har hon sum ung arbeiddi sum skraddari. Og mong hava sitið væl í vakra heimi teirra á Kambsdali.
Men mundi Leila ikki eina mest minna um ommu sína: Lenu í Byrgi (1909-1988) ella Sørvágs-Lena, sum hon eisini varð nevnd í Søldarfirði. Og sum Leila æt eftir?
Lena bleiv einkja fyrst í tjúgunum við trimum børnum. Sámal Petur fórst við Immanuel í 1932. Hon giftist aftur við sváginum Hans Mariusi, sum var einkjumaður við fimm børnum, og tey bæði fingu so fimm børn saman.
Fyri fáu einkjupengarnar keypti hon sær seymimaskinu frá Herthu Arge, ið var einkja eftir pápabeiggja hennara (við “Oliviu” í 1912), og fekk samstundis hilling á at brúka tólið. Eftir hetta seymaði Lena so mangt fyri mong.
Hon hevði gott minni og lesihug. Pengar vóru ikki. Umstøðurnar í tríatiárunum, undir- og eftirkrígsárunum við, kunnu vit bara meta um. Tó, sum elsti bróðir hennara mangan bar henni: ” Men, eitt eigur Lena, systir, altíð, og tað er eitt smíl at geva hvørjum hon møtir - í hesi køldu verð.“ Og hetta sama smílið átti Leila eisini.
Roynda Leila misti unga einkarsonin, og omman misti fleiri ung í familjuni. Og sum báðar bóru við sama tolni. Ein søgu um hjartalag Lenu – og sum minnir so nógv um Leilu – kann í stuttum nevnast her.
Lítlajólaaftanskvøld kom ein foreldraleys genta út í Byrgi og spurdi varisliga: um Lena kanska kundi seyma okkurt upp á smáu brøður sínar, sum einki høvdu at fara í til jóla. Men onkur, sum var har og visti um hvussu nógv var um at vera, segði stutt, at hetta bar bara ikki til. Og gentan fór so oman gjøgnum túnið.
Hetta varnaðist Lena og bað gentuna vinarliga koma inn. Og tá ið morgunin kom, tá hevði hon - umframt alt annað - seyma upp á báðar dreingirnar og latið toyið sjálv og uttan at taka nakað afturfyri. Umsorgan - ?
- - -
Í fyrrárið varð stevna hildin fyri ættarfólkum úr bygdarlagnum: Úti á Bø, sunnanfyri Kirkjubø.
Fyrst varð farið út á Reyn og vitjað har, sum Skrivarastova er og Funningsstova stóð. Og harfrá var farið út á Bø. Leila og Mourits vóru við allan vegin.
Tað vóru jú tvey ung haðani - úr hesum báðum stovunum úti á Reyni - sum seinast í seytjanhundraðtalinum blivu góð, og hesi blivu ættarfedrar til hesa Bø-slektina.
Síðani varð farið til Hósvíkar til eina máltíð - aftur við talum og felagssangi. Vitjan var við úr Danmark og Bretlandi eisini. Og Leila var biðin um at seta stevnuna, sum hon fegin tók á seg.
Ikki nøkrum at siga, at eingin hevði gjørt hetta betri. Hetta fjálga minnið er nú eisini eftir um Leilu.
- - -
Hoyrdu ein landsstýrismann siga - sum hevði verið við á mongum fundum við MBF - um tey torføru kor teirra brekaðu – og segði hesin: at eingin kom forkvinnuni Leilu nær: sum so framúr positivan og inspirerandi fundarluttakara.
Og soleiðis verður hon saknað um landið alt -.
--------
Annelena og Arnstein Niclasen
30.03.2012