Leingi livi Listastevnan

- Vit eru framúr vælnøgd við Listastevnu Føroya 2003, eru fyrstu viðmerkingarnar hjá Birgiri Kruse, ein av fyrireikarunum til Listastevnu Føroya, sum endaði sunnukvøldið í sjónleikarhúsinum. Hóast eingi tøl eru tøk enn, meta fyrireikararnir, at sera nógv fólk hava bæði vitjað og luttikið

Eftir at Listastevna Føroya 2003 er farin aftur um bak, hevur talan sambært Birgiri Kruse verið um eitt tiltak, sum á allan hátt livdi upp til vónirnar.
- Vit eru framúr vælnøgd og glað, sigur Birgir Kruse, ein av teimum fýra, sum sita í stýrinum fyri listastevnuna og fyrireika stóra tiltakið. Tey eru Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum, Birgir Kruse, umboð fyri Tórshavnar Kommunu, og Martin Næss og Jenny Petersen, umboð fyri LISA. Listastevnustýrið hevur sett Oddvá Nattestad sum samskipara, og hon er tann einasta í fulltíðar starvi knýtt at listastevnuni av hesum fimm.

Byrjanin týdningarmikil
Av týdningarmiklum hendingum hesar dagarnar, sum serliga hava verið góðar, nevnir Birgir Kruse byrjanina.
- Listastevnan byrjaði við útseldum tiltøkum, har nógvur gravgangur var eftir atgongumerkjum, og tað setti gongd á hini tiltøkini eisini. At koma væl frá byrjan var tískil sera gott og týdningarmikið fyri stevnuna, sigur fyrireikarin Birgir Kruse.
Birgir dugir ikki at vísa á nakað ítøkiligt, sum kundi verið gjørt øðrvísi í ár, men nøkur ynski eru frá fyrireikarunum um broytingar til komandi listastevnu.
- Hóast tað hevur verið øllum kommunum í landinum frítt í boði at luttaka, hevur bara Havnin formelt verið við, og vit høvdu avgjørt ynskt, at fleiri kommunur tóku stig til luttøku.
Birgir vísir á, at meðan sera nógvir áskoðarar hava verið til stevnuna í Havnini, hevur verið tungt at draga fólk til tiltøk á smærru plássunum, og hetta er tískil nakað, sum komandi ár skal betrast.

Hæddarpunktini
Uttan at taka nakað frá nøkrum, hevur talan sjálvsagt verið um nøkur hæddarpunkt. Spurdur um hetta vísir Birgir Kruse á nøkur tiltøk, sum hava verið øðrvísi og spennandi.
- Eitt áhugavert fyribrigdi var ein írskur bólkur, sum sunnukvøldið samantvinnaði sjónleik og ferðavinnu í seinasta tiltakinum á hesum sinni. Framførsla teirra var um eina útdeyða og spennandi oyggj í Írlandi, og á henda hátt fingu tey gjøgnum framførsluna skapt eitt attraktivt ferðavinnustað í Írlandi, vísir Birgir Kruse á. Hann sigur, at hugskotið skuldi avgjørt verið tikið til eftirtektar av føroyingum, har ferðavinna og list verða tvinnað saman í eina hægri eind.
Umframt hetta vísir Birgir á nógv umtalaða filmin hjá Ullu Boje Rasmussen, Føroyar.dk, serliga tí spenningur var til tað síðsta kring henda filmin.
- Tað var eitt stríð at fáa fíggjarligu endarnir at røkka saman til filmin, men við nógvum peningaligum stuðuli úr Føroyum var møguligt at fáa tað tekniska á eitt borðbart støði, sum kundi sýnast fram, so filmurin voldi nakað av høvuðbrýggi, staðfestir Birgir Kruse. Føroyar.dk verður í løtuni sýndur í Keypmannahavn, og ætlandi fáa føroyingar møguleika at síggja filmin í september mánaði í Havnar Bio.
Heimskendi rithøvundurin, Fay Weldon, var sjálvsagt eisini eitt hæddarpunkt, men tað hevur ikki verið lætt at fáa enska feministin at koma hendanvegin.
- Vit hava arbeitt at fáa hana til Føroya síðani fyrstu listastevnuna fyri trimum árum síðani, og tí var gleðiligt, at tað loksins eydnaðist okkum, sigur ein vælnøgdur Birgir. Hann nevnir eisini ósjónliga sirkusið hjá Victoriu Chaplin og finska bólkin, Cleaning Women, sum sera spennandi og áhugaverdar framførslur.

Endamálið at skapa fjølbroytni
Sambært Birgiri hevur ætlanin og endamálið allatíðina verið at skapa eitt fjølbroytt tiltak við nógvum ymsum listagreinum, sum rakar ein breiðan málbólk.
- Listastevnan gerst sjálvsagt øðrvísi hvørt ár, men í ár er eydnaðist at skapa eina samanseting av nógvum ymiskum, har skráin fevndi um ein víðan málbólk, og at skapa karmar fyri júst hesum er eitt endamál okkara, vísir Birgir Kruse á.
Vandin við eini fjølbroyttari skrá er altíð, um allar listagreinarnar kunnu halda eitt høgt støði, men tað hevur Birgir varhugan av.
- Sum heild meti eg, at eitt javnt, høgt støði hevur fevnt um alla breiddina í skránni, og satt at siga er talan ivaleyst um hægsta støði higartil, síðani Listastevna Føroya fór av bakkastokki fyri trimum árum síðani, hugleiðir Birgir.
Hann vísir á, at hvørt øki hevur verið ummælt og mett um av stýrinum, og at talan hevur verið um nøgdsemi á øllum økjum.

Nógv fólk vitjaðu
Sum sagt fyriliggja eingi endalig tøl enn, men fyrireikararnir vísa á, at nógv fólk hava bæði luttikið á og vitjað stevnuna.
- Sera nógv fólk hava vitjað ymsu tiltøkini, og tað fegnast vit sjálvsagt um. Endamálið er eisini at skapa samband við nýggj fólk og nýggj lond, og hetta hevur eydnast, sigur Birgir.
Summarárstíðin er sambært honum best hóskandi tíðin á árinum at halda stevnuna, og júst summarið skapar karmar fyri nógvum fólkum at vitja. Umframt, at nógv ferðafólk uttan úr heimi hava sýnt áhuga, hevur ein annar bólkur eisini verið sjónligur.
- Tað vísir seg, at serliga føroyingar, sum eru búsitandi uttanlanda og eru í Føroyum í summarfrítíð, hava vitjað stevnuna nógv, og hesin bólkur hevur givið okkum at grundarlag, staðfestir Birgir Kruse. Teir persónar, sum hava fingurin á pulsinum í stórbýum kring Europa, kunnu geva stevnuni eitt íkast, og hetta er uppbyggjandi fyri tiltakið, vísir Birgir á. Umframt hetta eru hølisviðurskifti eisini ein orsøk til, at listastevnan er um summarið.
- Allir skúlarnir standa tómir um hesa tíðina, og vit hava ætlað tað soleiðis, at stevnan endar júst nú, tá skúlarnir aftur fara í gongd. Aulir og onnur stór høli hava verið tøk og neyðug, og tað hava vit fingið samskipað við skúlarnar.

Fíggjarligt grundarlag
Stóra verkætlanin, sum Listastevna Føroya eftirhondini er, kostar umleið 3 mió. krónur, og tískil hevur verið neyðugt á fíggjarliga økinum at fáa fleiri fólk til, og tað hevur eydnast.
- Fíggjarkarmar okkara hava verið á trimum milliónum, og stevnan hevur borið seg, vísir Birgir Kruse vælnøgdur á.
Nakað av skriving og ónøgdsemi hevur verið um kostnaðirnar á atgongumerkjunum til ymsu tiltøkini, men hesum atfinningum vísir Birgir aftur.
- Eftir mínum tykki hevur talan verið um ein fjølmiðlaskaptan trupulleika, tí vit hava júst fingið mótsættar reaktiónir og viðmerkingar. Tá fólk hava ringt, bílagt atgongumerki og spurt um kostnaðin, hava tey ofta verið yvirraskað positivt, so fyri brúkaran hevur ónøgdsemi ikki verið, staðfestir Birgir Kruse.

Fleiri føroyingar virknir
Spurdur, um nakað nýtt listarligt stjørnuskot hevur sæð dagsins ljós hesar dagarnar, kann Birgir Kruse ikki lova nakað enn, men í øllum førum verður víst á, at yrkingakappingin hevur aktivera nógvar føroyingar.
- Vit fingu ikki minni enn yvir 450 yrkingar frá 126 ymiskum persónum, og á henda hátt hava fleiri føroyingar verið virknir, viðmerkir fyrireikarin.
Við tað at Útvarp Føroya eisini hevur lisið yrkingarnar upp, sum fingu virðisløn, hevur hetta sambært Birgiri ført listastevnuna fram í øllum Føroyum, har ein mentanarlig spjaðing hevur verið, og tað er positivt.
í næsta ár verður ein skaldsøgukapping á skránni, og í staðin fyri fleiri vinnarar verður bert ein funnin, sum fær 150.000 krónur í virðisløn.

Fleiri kommunur skulu við
Sostatt er Listastevna Føroya 2003 av á hesum sinni, men tað vil ikki siga, at fyrireikararnir nú liggja á latu síðuni.
- Tað verður beinanvegin farið í holt við komandi stevnu, sum er frá 6.-15. august, sigur Birgir. Hann vísir á, at longu nú verður farið í holt við at kanna nýggj nøvn og nýggjar møguleikar, har ætlanin eisini er at koma inn í eina fasta rytmu við stevnuni.
- Hetta er neyðugt, tí t.d. kann nevnast, at umframt Fay Weldon hava vit í rættiliga langa tíð arbeitt at fáa til Føroya ósjónliga sirkusið við Victoriu Chaplin.
Eitt høvuðsendamál til komandi listastevnu er eisini at fáa fleiri kommunur við í tiltakið, hóast fleiri trupulleikar enn eru við hesum ætlanum. T.d. var borgarstjórin í Klaksvík ónøgdur um, at eingi tiltøk vóru í Klaksvík.
- Tað hevði absolutt verið ynskiligt, um aðrar kommunum tóku stig til luttøku, men so mugu karmarnir eisini vera í lagi til bæði áskoðarar og luttakarar, sigur Birgir. Við hesum sipar hann í størsta mun til hølisviðurskifti, har neyðugt er við einum virkandi mentanarhúsið alt árið, og á fleiri plássum kring landið finst slíkt hús ikki.
- Umframt í Havn er tað bert í Fuglafirði, at mentanarhús burturav er, og hesi viðurskifti mugu eisini betrast, so aðrar kommunur hava betri umstøður at luttaka, sigur Birgir Kruse.
Samanumtikið tykist talan vera um eina væleydnaða Listastevnu Føroya 2003, sum ein av fyrireikarunum, Birgir Kruse, er framúr vælnøgdur við, og við nøkrum ynskjum um broytingar verður beinanvegin farið í gongd við fyrireikingar til komandi listastevnu, tá mentanarligu skattirnir og listarligu dýrgripirnir aftur vera at síggja og hoyra í Føroyum.