Leingja hjálparpakka 3: Landsstýrið fer at stuðla sperdum virksemi

Landsstýrið vil stuðla ferðavinnuni, ítróttinum og mentanini, soleiðis at hetta virksemið kann fóta sær aftur, nú samfelagið væntandi letur upp.

 

– Góða smittugongdin og koppsetingin gevur okkum eina vón um, at vit kunnu lata upp rímiliga skjótt, men ávíst virksemi hevur tað kortini sera torført í løtuni, sigur Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.

Landsstýrið arbeiðir við at leingja hjálparpakka 3, sum merkir, at fyritøkur og felagsskapir millum annað kunnu fáa endurgjald fyri fastar útreiðslur.

– Hetta er seinasti teinurin. Tí er tað rætt at veita ein fíggjarligan styrk til virksemi og vinnur, sum hava verið ávirkaðar av teimum tiltøkum, ið landsstýrið hevur set í verk hetta seinasta árið, sigur løgmaður.

Í løtuni fyrireikar landsstýrið uppskot, sum skulu leggjast fyri Løgtingið. Í hesum sambandi verður eisini hugt at, hvussu leingi hjálparpakkin skal verða í gildi. Longdin á hjálparpakkanum veldst um, hvussu tað fer at ganga við smittuni næstu tíðina.

Trýstið á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við løgmanna á FM1 á middegi.