Arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag hava í kvøld avgjørt at leingja sáttmálan til fríggjakvøldið á midnátt.
Sáttmálin gekk upprunaliga út 1. mai, men samráðingarnar um nýggjan sáttmála eru í gongd, og tískil er sáttmálin longdur nakrar ferðir ímeðan samráðingarnar eru í gongd.
Sáttmálasamráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag halda fram fríggjadagin siga Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, Jastrid W. Niclassen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Arthur Guðjonsson, formaður í klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Vigdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag og Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag