Hann møtti
Altíð
Langt áðrenn
Nakar annar
Ljós geislaði
Úr skrivstovugluggunum
Langt út á kvøldarnar
Hansara likam og sál
Brúsaðu
Av orku, framskygni
Og lívsgleði
Hóast langan arbeiðsdag
Var hann í øllum
Hugsani nevndum
Almenn og privat
Høvdu álit á honum
Eitt arbeiðsgrev
Ein orkan
Fyrstu árini
Virkin í trúarbólkum
Síðan í kaggum og
Klubbum
Í øllum mentanarligum høpi
Í fremstu røð
Hann helt
Ongin kundi
Gera honum tað eftir
Meg minnist hann segði
»eg vil liva
meðan eg livi«
Eg leitaði til aðrar strendur
sá hann aftur
einsamallur
á veg innar
í kaggan
við skjáttu
ið boygdi ryggin
togaði hann
niður, niður
orkaði ikki
at standa ímóti
varð drigin
eftir hárinum
eg heilsaði honum
men hann kendi meg
ikki aftur
eg í posatroyggju
hann í
rivnum og skræddum klæðum
køstaluktur
eygu hans
vóru hans
vóru tóm
sál og likam
skríggjaðu
bert gralaði í honum
øll høvdu svikið seg
vent sær bakið
neyðars hann
havt tríggjar konur
2 høvdu læst seg inni
myrkrið tók tær í favn
triðja var flýggja av landinum
børnini reikaðu um
8000 í somu støðu
hoyrist róp
frá klubbum, kaggum
cafeeum eftir
øllum hesum
Góði vinur!
Kom við mær!
Men hann leitaði
Sær heldur
Innar á drykkjustovuna
Sólmundur Joensen