Seinnapartin var sendingin SportBoxin á FM1, har beinleiðis samrøður vóru um fótbólt, hondbólt og flogbóltt
Vit hava her leinkjurnar til tey ymisku innsløgini og samrøðurnar:
1)HOYR FÓTBÓLTSPANELIÐ VIÐ AT TRÝSTA Á HESA LEINKJUNA. Gestir hjá Tróndi Arge vóru Odmar Færø (HamKam), Meinhard E. Olsen (Kristiansund) og Oddbjørn Joensen, fótbóltsviðmerkjari sum eisini metti um 4. umfar í Betrideildini hjá monnum.
2) HOYR HONDBÓLTSSAMRØÐUNA VIÐ AT TRÝSTA Á HESA LEINKJUNA. Gestir hjá Sjúrði H. Hoydal vóru landsliðsspælararnir, Brandur Halgirsson (H71) og Tróndur J. Kragesteen (Neistin). Prátað var um FM-finalurnar sum hava verið millum Neistan og H71, og báðar EM-undankappingardystirnar sum verða móti Ukraina úti og "heima" í komandi viku.
3)HOYR SAMRØÐUNA VIÐ EVU WINTHER NAGATA Á HESARI LEINKJUNI. Flogbóltsreportarin hjá FM1, Óli G. Samuelsen prátaði við Evu Winther Nagata, ið saman við liði sínum, EVA (Elite Volley Aarhus) skal spæla bronsudystir móti Køge í bestu donsku flogbóltsdeildini.