Leirvíkar kommuna fær nú nýggjan vatnbrunn, sum í hesum døgum verður settur upp á Brekkum, tey rópa.
Nýggi brunnurin fer at rúma 1300 tonsum av vatni, og við hesum verður vatngoymslan á Brekkum økt úr 500 tonsum upp í 1800 tons.
Kommunan sigur á síni heimasíðu, at tørvur leingi hevur verið á eini størri vatngoymslu til bygdina.
- Trý fiskavirkir eru í bygdini, sum brúka nógv sóttreinsað vatn. Haraftrat kemur vatnnýtslan hjá sethúsum o.ø.
Upplýst verður, at vanliga nýtslan av vatni í kommununi liggur um 60 tons um tíman.
- Okkurt summarið, tá ið turkur er, hevur verið vatntrot í bygdini, sigur Leirvíkar kommuna.
Í næstum fær kommunan so hesi 1300 tonsini aftrat, sum fara at muna, tá annars hevði staðið á við vatni.