Leirvíkstunnilin stongdur um náttina

Vegna arbeiði er Leirvíkstunnilin stongdur um náttina. Tunnilin verður stongdur gerandisdagar millum klokkan 22 á kvøldi og klokkan seks um morgunin. Sunnukvøld verður tunnilin stongdur frá midnátt til klokkan seks um morgunin.

 

Bilar sleppa gjøgnum tunnilin hvønn heilan tíma, til arbeiðið er liðugt tann 31. mars. Akfør í neyðsynjarørindum sleppa altíð gjøgnum tunnilin, upplýsir Landsverk á heimasíðuni.

 

Eysturkommuna boðar samstundis frá at Leirvíksvegurin er stongdur. Vegurin verður ikki mettur at vera nóg tryggur til ta nógvu ferðsluna, ið er eftir vegnum, tá Leirvíkstunnilin er stongdur um náttina.

 

Sambært Kringvarpinum er tunnilin stongdur, tí Landsverk skal loysa leyst grót úr tunnilsvegginum.