Leita aftur á slóðina

Høvuðsstaðarfeløgini, Neistin og Kyndil, hava nú bæði skift venjara á konufólkasíðuni hetta kappingarárið, og í báðum førum hava gamlir kenningar tikið við

Fyrr í ár gjørdi kyndilsvenjarin, Flemming Raben, av, at hann ikki longur vildi sita við stýrsvølin hjá besta kvinnuliðið felagsins (hann varð ikki sagdur úr sessinum, sum vit skrivaðu í seinastu viku). Tað ferðina varð tað fyrst Bárður Johannesen og síðani Sophus Dahl Christiansen, sum tóku yvir í venjarasessinum. Báðir hava teir eina drúgva fortíð í Kyndli.

Tá Neistin leygardagin leikti móti VÍF, var eitt tað fyrsta ein legði til merkis, at Rene Kristensen ikki longur sat á skiftisbeinkinum hjá Neistanum. Í staðin var tað ein gamal kenningur, Christian Poulsen, sum gav leikarunum boð um, hvat og hvussu tær skuldu gera.


Samstarvið riggaði ikki

Vit hava spurt okkum fyri hjá leikarum og leiðslu hjá Neistanum, og boðini eru so at siga einsljóðandi hjá báðum pørtum. Bæði Inga Danberg, liðskipari, og Jón Kragesteen, formaður í Neistanum, siga við Sosialin, at samstarvið millum leikarar og venjara ikki riggaði. Sum tað ofta verður tikið til uttanlands, so riggaði kemiin ikki, og tískil varð avgjørt, at Rene Kristensen skuldi sigast úr starvinum. Hann er tó framvegis virkin í felagnum, har hann hevur ábyrgdina av liðum í yngru deildum felagsins.

Seinastu nógvu árini hevur Christian Poulsen verið sera virkin í Neistanum, har hann hevur venjari hjá nógvum liðum gjøgnum ár og dag. Í ár hevur hann so tikið sær av gentur 16, og nú hevur hann so eisini fingið ábyrgdina av besta kvinnuliðnum fyribils.

Christian sigur sjálvur, at enn er einki avgjøt, um hann verður verandi venjari restina av kappingarárinum, men við tað at tíðin var somikið knøpp, játtaði hann at taka við fyribils.