Leita eftir bili sum er stolin í Havn

Í gjárkvøldið varð ein bilur stolin í Havn, og hann er fravegis ikki afturfunnin. Tað var beint fyri klokkan 22 í gjárkvøldið, at ein hvítur Citroen C1, við nummarplátuni, SJ 875 varð stolin har hann stóð uttan fyri eitt matstað í Havn.

 

Eigarin hevði sett bilin uttanfyri ímeðan hann var inni eini ørindi. Men táið hann kom út um aftur, og skuldi í bilin, var hann horvin. Fyrst helt hann, at tað var onkur, sum vildi vinna honum eina neis, men tað halda tey ikki longur, tí bilurin er ikki afturfunnin enn, sigur løgreglan. So er tað nakar ið hevur sæð bilin, ið líkist hesum á myndini, eru tey vælkomin at siga frá, sigur løgreglan.