Leita eftir fígging til KT-hugskot

KT-klekingardepilin ætlar seta gongd á fyrstu verkætlaninar innan stutta tíð. Neyðugt er tó, at føroyskir íleggjarar eru klárir at fíggja nýggju vinnuhugskotini

 

KT-klekingardepilin leitar nú eftir fígging til fyrstu KT-hugskotini, sum depilin er sinnaður at seta í gongd.

Skal KT-klekingardepilin verða við í eini verkætlan er neyðugt, at fígging er til ætlanina í øllum tíðarskeiðnum, sum verkætlanin umfatar. KT-klekingardepilin er við í arbeiðnum at finna fígging til umsøkjarnar.

? Føroyskir íleggjarar skulu framyvir hugsa meiri um vitanarvinnurnar, tí tað er har stóra framgongdin er. Tað er kanska tryggari at seta pengar í meira traditionellu framleiðsluvinnuna, men kring allan heimin eru ætlanir innan KT og samskifti, sum íleggjarar leggja seg alt meira eftir, sigur Símun Hammer, sum er depilssamskipari.

? Fortreytin fyri einum mennandi vitanarsamfelagið er, at kapitalmarknaðurin í Føroyum beinir kósina mótvegis vitunarvinnugeinum, og at føroyingar við góðum hugskotum hava dirvi og áræði at seta góð hugskot í verk. Tað er tí týdningarmikið, at íleggjarar gera meira burturúr at spjaða sínar íløgur soleiðis, at pengar í vitanarvinnur eisini koma at njóta ágóða av tí kapitali, sum finst í Føroyum.


Leita eftir fígging

KT-klekingardepilin hevur fyrstu tíðina fingið fleiri hugskot, og í løtuni eru tað tríggjar ætlanir, sum tað verður arbeitt við at finna fígging til.

? Tað verður helst eingin trupulleiki at finna fígging til eina av hesum ætlanum, og tað eru longur pengar úr útlandinum við, meðan vit ikki enn vita, um tað fer at eydnast at finna fígging til hinar báðar ætlaninar, sigur Símun Hammer.

Endamálið hjá KT-klekingardepilinum er millum annað at at ráðgeva umsøkjarunum, at hjálpa við umsiting, ráðgeving, maknaðarføring og menning av vøruni.

? Vit hjálpa til við skrivstovu og umstøðum annars til at seta gongd á ætlanina, men ein treyt fyri at vit fara í holt við eina ætlan er, at fígging er til tann partin, sum vit ikki taka okkum av, sigur Símun Hammer.

Á KT-klekingardeplinum er fyribils pláss til tríggjar verkætlanir, og stýrið vónar, at fyrstu verkætlanirnar kunnu fara ígongd í august ella september.


Neyðugt við góðum hugskotum

KT-klekingardepilin, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum setti á stovn í vár, hevur verið virkin í 3 mánaðir.

Umsóknir, sum koma inn, verða viðgjørdar í stýrinum fyri KT-klekingardepilin, sum er samansett av vinnuumboðum, Fróðskaparsetrinum, Menningarstovuni, TK-stovuni og Vinnumálastýrinum.

? Skal KT-vinnan gerast ein munandi vinna í Føroyum komandi árini, er neyðugt við góðum hugskotum, ið kunnu mennast til framleiðslu við útflutningi fyri eyga, sigur Símun Hammer.

? KT-vinnan er tann vinnan í heiminum, sum er í størsta vøkstri og hevur møguleika fyri stórum inntøkum. Endamálið við Klekingardeplinum er júst at verða eitt stað, har tey góðu hugskotini kunnu mennast til at gerast burðardygg og lønandi.