Leita eftir fleiri parkeringsplássum á Skálatrøð

Ber tað til, hevði tað verið frálíkt, heldur formaðurin í Teknisku Nevnd hjá Tórshavnar býráð

Tórshavnar Býráð fer nú at kanna møguleikan fyri at útvega fleiri parkeringspláss á Skálatrøð. Tað upplýsti Jákup Dam, formaður í Teknisku Nevnd hjá Tórshavnar Býráð.

Býráðið hevur samtykt at játta 500.000 til at kanna tørvin á einum parkeringstunli í Havnini, og hvussu hann kann skipast - og somuleiðis, hvat hann fer at kosta.

Men tað er greitt, at hetta er ein ætlan, sum liggur nøkur ár frammi í tíðini og tá ið býráðið samtykti málið á býráðsfundi í gjárkvøldið, reisti Tróndur Sigurðsson, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin, eisini spurningin um at umskipa Skálatrøð fyri at útvega fleiri parkeringspláss har.

Tá ið Tórshavnar Býráð fekk undirskrift frá 2.400 fólkum, sum mótmælti ætlanini at byggja Tjóðleikhús á Skálatrøð, vísti stjórin í Valdemar Lützen, Høgni Lützen, á, at verður Skálatrøð umskipað, ber til at fáa væl fleiri parkeringspláss har.

Og Jákup Dam sigur, at hann hevur tikið hetta til sín og hevur biðið umsitingina kanna, hvussu tað ber til at umskipa parkeringina á Skálatrøð við tí endamálið at fáa fleiri parkeringspláss.

– Ber tað til, er tað ein fín loysn, sigur hann.

Talan hevur eisini verið um at fera parkeringshús á Skálatrøð, men tað verður ikki farið í holt við nakað slíkt, í hvussu so er ikki fyribils, tí býráðið samtykti fyri fleiri árum síðani, at Tjóðleikhúsið skal byggjast á Skálatrøð, og tann samtykting stendur í - í hvussu so er til ein onnur avgerð er tikin.

Men Tórshavnar Býráð fer eisini at viðgera spurningin um Tjóðleikhúsið skal flytast, ella ikki.