Leita eftir føroyingum við áhuga fyri mannarættindum

– Vit vilja hava so nógvar føroyskar umsøkjarar sum gjørligt, sigur Brandur Mortensen Nolsøe, nevndarlimur í Humanity in Action Danmark

Fyrrárið helt Bent Melchior, sáli, fyrilestur til eitt skeið hjá Humanity in Action. Hann var fyrrverandi yvirrabbini

Á hvørjum ári skipar altjóða mannarættindafelagsskapurin Humanity in Action fyri ókeypis útbúgvingarskeiðum, ið kallast summarakademi. Skeiðini vara í ein mánað og eru um somu tíð í Keypmannahavn, Sarajevo, Berlin, Amsterdam og Atlanta í USA.

 

Fyrireikararnir vilja sera fegnir hava føroyingar við til skeiðini, og í tí sambandi heitir føroyski nevndarlimurin Brandur Mortensen Nolsøe á áhugaðar føroyingar um at søkja.

 

– Skipað verður fyri fyrilestrum, verkstovum, kjakfundum, rundferðum og sosialum tiltøkum í samstarvi við eitt nú vísindafólk, miðlafólk, listafólk, íverksetar og politikarar, sigur hann.

 

Tá skeiðið er lokið, fáa luttakararnir møguleika at royna nýggju vitanina í verki, við at gera sína egnu verkætlan. Til ber at søkja um luttøku í øllum vertslondunum, og Humanity in Action veitir útlendskum luttakarum bústað.

 

Umleið 30 altjóða lesandi luttaka í hvørjum skeiði.

 

Mannarættindi í Ríkisfelagsskapinum

 

Við nýggja temanum ‘Ríkisfelagsskapurin og Mannarættindi’ fer útbúgvingarskeiðið millum annað at snúgva seg um søguliga- og nútímans sambandið millum Føroyum, Grønland og Danmark, og hvørjar sjálvsfatanir londina hava, eitt nú í mun til sjálvsavgerðarrætt.

 

– Í sambandi við, at mannarættindastøðan í Føroyum verður viðgjørd, leggja vit dent á umboðan av føroyskum sjónarmiðum, eitt nú serfrøðingum. Harafturat raðfesta vit umboðan av føroyskum sjónarmiðum millum luttakararnar, og tí vilja vit fegin hava so nógvar føroyskar umsøkjarar sum gjørligt, sigur Brandur Mortensen Nolsøe.

 

Sama, um mannarættindi eru eitt spildurnýtt vitanarligt øki fyri teg, ella um tú longu tekst við mannarættindaspurningar, fært tú nógvar ágóðar av útbúgvingarskeiðnum, bæði í sambandi við lestur og yrkisleiðina seinni í lívinum. Luttakararnir eru nógv saman undir skeiðnum, og ofta verða sterk vinabond knýtt, sigur hann.

 

Lesandi og nýútbúgvin við øllum vísindagreinum eru vælkomin at tekna seg. Útbúgvingarskeiðið er ókeypis, og freistin at tekna seg er 13. februar.

 

Til ber at tekna seg til útbúgvingarskeið, sum á enskum kallast »fellowship«, umvegis heimasíðuna hjá Humanity in Action: www.humanityinaction.org. Til ber at lesa um felagsskapin og undanfarin útbúgvingarskeið á Instagram- og Facebookvanganum hjá Humanity in Action Danmark.

 

Myndir frá Føroyavitjanini sum partur av skeiðnum í fjør:

 

##med2##

 

##med3##

 

Fyrrárið helt Bent Melchior, sáli, fyrilestur til eitt skeið hjá Humanity in Action. Hann var fyrrverandi yvirrabbini