Kanningar hjá bretskum og argentinskum vísindamonnum benda á, at okkara sólskipan hevur kanska tíggju gongustjørnur og ikki bara tær níggju, sum vit vita um.
Vísindamenninir halda, at tann tíggjunda gongustjørnan kann vera 60 ferðir so langt frá sólini sum Jørðin. Teir halda, at hon er til støddar sum Jørðin, og teir halda tað ikki vera óhugsandi, at okkurt slag av lívi er har.
Sum er er Pluto tann ytsta gongustjørnan í okkara sólskipan. Hon er eisini tann minsta av gongustjørnunum og er eitt nú minni enn mánin. Fleiri vísindafólk halda, at Pluto er ikki ein vanlig gongustjørna, men heldur tað størsta himmallikamið í tí sonevnda Kuiper-beltinum, men kortini eru tað fá, sum halda tað vera rætt at taka gongustjørnuheitið frá Pluto.
Annars hava vísindafólk gjørt fleiri "fund" úti í sólskipanini í seinastuni. T. d. funnu tey í heyst eitt 1300 kilometrar stórt himmallikam, sum hevur fingið heitið Quanar, og sum er tað størsta himmallikamið, sum er funnið í okkara sólskipan, síðani Pluto varð funnin í 1930. Quanar nýtir 288 ár til eina rundferð um sólina og er 6,5 milliardir kilometrar burturi.