Leita eftir Lauru Dekker

Niðurlendska løgreglan leitar eftir teirri 14 ára gomlu Lauru Dekker, sum ætlaði sær at sigla runt jørðina einsamøll, men sum ikki fekk loyvi til tess. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at eingin hevur borið eyga við Layru Dekker, síðani hon fór frá húsum fríggjadagin.

Laura Dekker gjørdist heimskend, tá hon ætlaði sær at sigla rundan um jørðina einsamøll. Men ferðin varð av ongum, tí eftir áheitan frá myndugleikunum noktaði dómsvaldið henni at gera ferðina, tí hon er so ung.

Samstundis tók rætturin foreldramyndugleikan frá foreldrum hennara, og síðani hevur barnaverndin í heimbýnum Utrecht havt eftirlit við gentuni. Men tað eftirlitið hevur eftir øllum at døma ikki verið nóg gott.