Leita eftir málinum

540 minuttir og einki mál skorað. Tað er soltna úrtøkan hjá FC Suðuroy. Poul F. Joensen, venjarin hjá felagsliðnum, ásannar trupulleikan

– Tað positiva er, at vit hava spælt okkum til møguleikar, eisini á útivølli ímóti topp­lið­num. Men vit fáa ikki mál, hóast John Tordar Poulsen og David Asare í fjør skoraðu yvir fjøruti mál og framvegis eru á liðnum saman við Jón Krosslá Poulsen, ið er komin suður aftur. Tað er einki annað at gera enn at dríva á. Um tað ikki eydnast, so vita vit hvør endin verður. Um tað eydnast, so kunnu tingini broytast rætt­uliga skjótt.
Hjá FC Suðuroy er Kári í Lágabø ivasamur. Allir hinir eru tøkir.
TB venjarin Milan Kuljic fegn­ast um góðu gongdina seinastu vikurnar, tá ið TB hev­ur megnað 0-0 í Klaksvík og 1-0 á nýggja heimavøllinum ímóti ÍF.
– Grannauppgerðir eru altíð nakað serligt, og tað verður torført hjá okkum á Vágseiði, men vit fara eftir øllum. Vit hyggja niður eftir, og tað ræður um at fáa luft til botnin.
Aron Sørensen hevur sitið skaddur uttanfyri tvær tær seinastu ferðirnar, og Óli Johannesen var skaddur ímóti ÍF. Tað er ivasamt, um teir verða førir fyri at spæla í Vági leygar­dagin. Álopsspælarin Igor Grkajac er komin fyri seg aftur. Hann spældi 22 minuttir ímóti ÍF, og tað kann væl hugsast, at hann hesa ferð verður millum teir fyrstu ellivu.

Leygardagin klokkan 15.00
Dómari: Rúni Gaardbo.