Sparingin, sum nú rakar ferðaætlanina hjá Smyrli, er bara fyribils.
Tað ætla bæði Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, og Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni.
Í gjáramorgunin fingu vit tey boðini í Kringvarpinum, at ein túrur hjá Smyrli verður spardur burtur í vetur.
Hilmar Eliasen sigur, at ætlanin er at túrurin skal verða spardur burtur frá í november í ár og fyrsta ársfjórðing næsta ár.
Tað verður kvøldtúrurin hjá Smyrli mánadagar, sum rýkur í vetur og samstundis verður ferðaætlanin laga til.
Men eftir fyrsta ársfjórðing næsta ár er ætlanin at túrurin verður settur á ferðaætlanina aftur.
Men bæði Hilmar Eliasen og Johan Dahl siga, at næsta ár verður eisini arbeitt fyri at fáa umstøður til, at skipini hjá Strandferðsluni kunnu sigla hvønn dag í árinum.
Sum er, sigla skipini ikki langa fríggjadag, páskadag og jóladag, men nú er ætlanin at skipini eisini skulu sigla hesar dagarnar.
Harafturat leggur Johan Dahl afturat, at nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal viðgerast, er Strandferðslan raðfest rættiliga frammaliga.
Hann sigur, at eitt av endmálinum er at játtin til Strandferðsluna skal vera so stór, at Smyril kann sigla fleiri túrar um summarið, enn hann hevur gjørt í summar, fyri at stimbra ferðavinnuna.
Hilmar Eliasen sigur, at orsøkin til at ein túrur hjá Smyrli mánadag rýkur, er ikki ein beinleiðis sparing.
- Hetta er ein avleiðing av, at krøvini til hvílitíðir eru herd og játtanin er so tepur, at einki er at taka av, sigur hann.
- So ístaðin fyri at spenna bogan høgt og varðveita ferðaætlanina, skerja vit tann eina túrin burtur mánadagin mánadagin og leggja eina ferðaætlan, sum vit kunnu lova brúkarunum, fer at halda, sigur stjórin á Strandferðsluni.