Leita eftir nýggjari rødd

Fremad Amager skrivar á heimasíðu sínari, at stadionspeakarin mongu seinnu árini hevur valt at gevast. Chris Thorvald Christensen hevur verið ein føst rødd í hátalarunum á Sundby Idrætspark, men nú takkar hann fyri seg. Fremad Amager søkir tí eftir nýggjum stadionspeakara. Nú er Fremad Amager meira ella minni eitt føroyskt felag, so hvør veit um ikki ein væl smurd føroysk rødd verður headhuntað til starvið.