Landsverk leitar eftir nýggjum verkætlanarleiðara í sambandi við ætlanina at byggja skúladepil í Marknagili.
Hetta ger Landsverk, eftir at verkætlanarleiðarin, sum var, Heini Trónd Hansen fór úr starvinum beint eftir nýggjár.
Tá var kortini avtalað við hann, at hann skuldi halda fram í starvinum, til ein avloysari er funnin.
Men tað skuldi vera í seinasta lagi 31. Nú verður so leitað eftir eftirmanni hansara.
Landsverk sigur, at verkætlanarleiðarin fær høvuðsábyrgdina av allari verkætlanarleiðsluni og byggileiðslu í breiðastu merking. Í høvuðsheitum inniber hetta millum annað, at hann skal hava ábyrgdina av fíggjarstýringini, tíðarstýringini, váðastýring og ábyrgdina av at samskipa vørustreymin logistikkin- í sambandi við byggingina
Verkætlanarleiðarin skal vera verkfrøðingur, byggifrøðingur, ella arkitektur og hava dyggan fakligan kunnleika til bygging, umframt at hann eisini skal hava drúgvar royndir í at standa á odda fyri stórum byggiverkætlanum.
Starvið er tíðaravmarkað fram til skúlaársbyrjan í 2016.