Danmarks Radio heitir nú á fólk um at tekna seg til X Factor kappingina 2013.
Hetta er sætta umfarið av væl umtóktu sjónvarpskappingini, har føroyingar áður hava verið stórir profilar. Í ár var tað Sveinur Gaard Olsen, og áður hava Linda Andrews og Anna Nygaard staðið seg væl.
DR bjóðar nú fólki at tekna seg til kappingina, og gongur tað sum vanligt, so verða tað eini 2.000 fólk í øllum aldri, sum fara at bjóða seg fram.
Í fyrsta umfari skulu fólk tekna seg til umvegis heimasíðuna hjá DR, men longu í heyst verða innleiðandi upptøkuroyndirnar precasting, sum tað so fínt eitur í Keypmannahavn og Aarhus.
Kravið fyri at verða við í X Factor er, at tú ert blivin 15 ár áðrenn 1. feburar næsta ár, og at tú ert danskur ríkisborgari. Og tú mást ikki hava avtalu við nakað plátufelag ella líknandi um tónleik.
Á heimasíðuni hjá DR verður eisini greitt frá, hvat roknað verður við av luttakarunum millum annað at teir kropsliga og sálarligar megna at luttaka í eini sjónvarpskapping av hesum slagnum.