Løgreglan sigur, at maðurin er millum 30 og 50 ára gamal. Yngsta gentan, sum hann hevur neyðtikið, var einans tíggju ára gomul, og tann Bretska løgreglan hevur sent umleið 100 løgreglufólk at leita eftir einum manni, sum er skuldsettur fyri at hava neyðtikið tíggju gentur og kvinnur í landssynningspartinum av Onglandi. elsta kvinnan, sum maðurin hevur gjørt seg inn á, var 52 ár. Sambært løgregluni var tann fyrsta neyðtøkan í november í fjør. Tað seinasta higartil var seinasta fríggjadag.
Løgreglan í Kent sigur, at neyðtøkumaðurin er vandamikil. Hann er ógvusligur og er vápnaður við knívi.
Løgreglan hevur fingið ein hóp av fráboðanum frá fólki, sum halda seg vita, hvør neyðtøkumaðurin er, men enn er eingin tikin.