Leita eftir palli at bora við markið

Bjartskygni er eftir øllum at døma stórt í løtuni, tá talan er um at finna olju í rakstrasrverdugum nøgdum á markinum millum Føroyar og Bretland.

Oljuleiting
Jan Müller
[email protected]

Herfyri boðaði risastóra oljufelagið ChevronTexaco frá, at tað hevði gjørt ein stórt oljufund skamt frá føroyska markinum. Oljufundið, nevnt Rosbank/Lochnagar sigst goyma meira enn hálva milliard tunnur av olju, og tað entá góðari olju. Henda keldan er bert fáar kilometrasr frá føroyska markinum.Og er hon so mikið áhugaverd, at hon hevur fingið ein av oljugigantunum í heiminum, ChevronTexaco at trúgva uppá, at keldur av hesum slag eisini finnast á føroyska landgrunninum. Tí var felagið við í 2. Útbjóðingini herfyri og fekk fleiri áhugaverdar teigar nær markinum og nær fundi tess á bretskum øki.

Nú skulu vónirnar so eftirkannast. ChevronTexaco ger í løtuni sær stóran ómak fyri at finna ein djúphavsboripall til at bora fleiri avmarkingarbrunnar á Rosebankfundinum.Men eftir tú sum skilst, og eftir tú sum Dave Lewis eisini nevndi á oljuráðstevnuni í Føroyum herfyri, so er sera torført at finna ein boripall til hetta farvatnið í ár. Sambart blaðnum Uppsteam er rigmarknaðurin eisini sera nógv eftirspurdur. Teir fáu pallarnir, sum eru egnaðir til at bora um okkara leiðir, eru rætt og slætt ikki til at fáa hendur á. Men fyri ChevronTexaco og partnarar tess so sum Statoil, skilst, hevur tað nógv at siga at finna ein pall, sum kann bora longu í ár. Tí er veruliga talan um eina lønandi oljukeldu, so er at fáa hetta staðfest skjótast, so alt fyrireikandi arbeiði undan eini veruligari útbygging kann fara fram.

Sosialurin skilur, at ætlanin er at bora einar 5-6 avmarkingarbrunnar kring Rosebank fundið og av teimum nakrar longu í summar. Hvussu tað enn gongst at finna ein pall, so v verður kortini arbeitt við at tilrættaleggja eitt stórt seismiskt arbeiði til summar, bæði á bretskum og føroyskum øki.

Sambart Uppstream oljublaðnum so hevur ChevronTexaco longu feløg í kikaranum, sum kunnu fara undir seismisku kanningarnar longu í vár og summar.

Tað skilst ananrs, at tað verður eisini arbeitt við fullari ferð til tess at fyrireika oljubrunnar frá 1. Útbjóðing, sum skulu borast í 2006. Tað hevur ljóðað, at BP og Anadarko eru sinnað til at fara undir samstarv, soleiðis at brunnarnir, sum BP pliktaði seg til at bora í "Gullhorninum" nú møguliga verða fluttir til 9 ára loyvi hjá Anadarco. Hetta fáa vit tó ikki váttað. Kortini vilja keldur vera við, at tað er rættiliga náttúrligt at rokna við einum slíkum senario, tí stjórar hjá BP hava gjørt púra greitt, at einki er at fara eftir í teirra verandi seks ára loyvi. Tá eru møguleikarnir ikki so nógvir: antin at fara saman við Anadarko ella saman við Statoil ella Eni, sum eisini hava 9 ára loyvi. Tað kann hugsast, at verður semja millum feløg og myndugleikar at flyta boriforpliktilsi úr einum øki til eitt annað, so kann henda, at BP sleppur við at bora ein brunn inni á basaltinum heldur enn tveir inni á basaltfríum øki.