Leita eftir risabygningi til skrivstovur mitt í Havn

Roynt verður at miðsavna alla miðfyrisitingina í einum felags bygningi, men tað skal helst vera beint við Løgtingið

 

Landsstýrið kannar nú møguleikan fyri at útvega ein stóran skrivstovubygning miðskeiðis í Havnini.

 

Endamálið er at miðsavna øll aðalráðini undir sama taki, so at tey í størri mun kunnu verða ein samanhangandi eind.

 

Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, sigur, at ein slíkur skrivstovubygningur skal helst vera tætt við Løgtingið

 

Tað merkir so aftur, at hann skal helst vera miðskeiðis í Havnini.

 

- Tað er nógv samband ímillum Løgtingið og miðfyristingina og tískil er tað ein stórur fyrimunur, at tað er stutt ímillum, sigur løgmaður.

 

Løgmaður sigur, at ymsir møguleikar eru kannaðir.

 

Ein møguleiki, sum er kannaður, er at keypa Hotel Hafnia til fyrisitingarbygning. Ein annar møguleiki, sum er kannaður, er at byggja ein bygning á Skálatrøð til endamálið.

 

Og ein triði møguleiki, sum hevur verið kannaður, er nýggja húsið, Havnar Arbeiðsmannafelag byggir á Tinghúsvegnum.

 

Landsstýrið er eisini í samskifti við Tórshavnar Kommunu at vita um nakrir møgileikar eru.

 

Men Løgmaður leggur dent á, at enn er eingin sum helst avgerð tikin og tí ber als ikki til at siga, hvat ber til ella ikki.

 

Men hann sigur, at tað er darvandi fyri umsitingina, at hon er tægað sundur og húsast í nógvum ymsum bygningum runt um í allari Havnini.

 

- Landið rindar stórar upphæddir í leigu og umframt at tað er ein fyrisitingarligur fyrimunur at hava allar fyrisitingina undir sama takið, kann tað eisini vísa seg at vera ein sparing fyri landskassan, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.