Reiðaríið hjá Nærabergi leitar nú at finna annað skip. Hanus hansen sigur við Sosialin, at roynt verður at finna annað skip fyri Næraberg. Hann vildi helst, at funnin var ein størri loysn, men enn torir hann ikki at siga, hvat tað fer at enda við.
Teir umleið 20 menninir, sum knýttir vóru at Nærabergi, eru ikki uppsagdir. Flestu teirra hava valt at bíða eftir avloysaraskipinum.
Næraberg hevur staðið á skipasmiðjuni í Havn nú í fleiri vikur. Hann hevur ikki kunnað fiskað seinastu tríggjar mánaðirnar, men nú eru tey viðurskiftini komin í rættlag, so avloysaraskipið sleppur beinanvegin til fiskiskap. Teir kunnu svartkjaft, makrel og annan ídnaðarfisk.