Leita eftir stolnum flogfari

USA og fleiri lond í Afrika leita eftir einum Boeing 727 ferðamannaflogfari, sum varð stolið í Angola í síðsta mánað. Amerikanarar og aðrir stúra fyri, at yvirgangsmenn kunnu hava ætlanir um at nýta flogfarið í einari atsókn.

Tær fyrstu gitingarnar søgdu, at eitt stríð um pengar var orsøkin til, at flogfarið varð stolið, men sambært blaðnum Washington Post stúrir fregnartænastan CIA fyri, at yvirgangsmenn ætla at nýta flogfarið í einum álopi á onkran afrikanskan bý eins og í álopinum á World Trade Center í New York.

Tað 28 ára gamla flogfarið hevði staðið á einum flogvølli í Angola í eitt ár, tá tað brádliga hvarv. Amerikanska flogfelagið American Airlines hevur átt flogfarið, men seinastu árini hevur tað flogið leiguferðir fyri eitt felag í Miami. Amerikanskir fylgisveinar hava tikið myndir av flogvallum um allan heim í royndini at finna flogfarið, men higartil uttan úrslit.