Leita eftir vitnum til grovan harðskap

– Talan var um ein mann, ið varð álopin av einum manni, sum slóð frá sær við einari ''jarnstong'', skrivar politiið um harðskap, sum fór fram á Summar Festivalinum.

Leygardagin 6. august klokkan 04:35 fekk løgreglan fráboðan um harðskap, sum varð framdur yvirav springvatninum við Klaksvíksveg/Vágstún við suðurvest inngongd til Summar Festivalin.

 

– Talan var um ein mann, ið varð álopin av einum manni, sum slóð frá sær við einari ''jarnstong''. Maðurin, ið var álopin, bleiv raktur fleiri ferðir, skrivar Politiið á Facebook.

 

– Um nakar hevur sæð ella hevur vitan um tilburðin, verður heitt á viðkomandi at venda sær til Politiið á tlf. 114.