Leita eftir vitnum til harðliga framferð

Hendingin fór fram á einum skeinkistaðið í gjárkvøldið

Umleið klokkan ellivu í gjárkvøldið varð ringt til løgregluna at boða frá, at ein maður, sum var inn á skeinkistaðnum, Glitnir, hevði verið so harðligur í síni framferð, at tey gjørdu av at melda.

 

Onkusvegna varð hann so illur inn á ein vaktarmann, at hann tveitti eitt glas eftir honum av almakt. Hann rakti ikki vaktarmannin, men glasið brast í veggin aftan fyri hann og fór í spønir.

 

Maðurin helt á dyr, og løgreglan veit ikki, hvør hann er. Tí eru boðini frá løgregluni, at er tað nakar, sum veit, hvør maðurin er, vil løgreglan fegin frætta frá teimum. Vaktarfólk á skeinkistøðum eru ein starvsbólkur, sum eru serliga vard í lógini fyri harðskapi, so tey, sum gera seg inn á vaktarfólk, fáa harðari revsing enn annars.

 

- - -

 

Annars tók løgreglan ein bilførara í gjár, sum koyrdi bil, hóast hann ikki hevði koyrikort. Hann hevði mist koyrikortið og tað var ikki nóg long tíð fráliðin til at hann kundi havt tikið tað aftur.

 

Fyrstu ferð, ein bilførari verður tikin upp á hendan mátan, fær hann 5.000 krónur í bót.