Íslendsk bjargingarlið hava funnið tjaldið hjá tveimum horvnum týskum ferðamonnum, men menninir eru ikki funnir enn. Leitingin heldur fram Tað var ein tyrla hjá íslendsku sjóverjuni, sum fann tjaldið hjá týsku ferðamonnunum niðan fyri Svínafellsjøkulin, sum er á Suðureysturlandinum.
Síðani hava bjargingarlið leitað har á leiðini, men higartil uttan úrslit. Í dag leita umleið 30 menn. Teir fáa hjálp frá einari tylru, men hon er darvað av vánaligum sýni.
Umstøðurnar at leita eru sera truplar, og tað er eisini hættisligt at leita á jøklinum, skrivar Morgunblaðið. Millum annað eru nógvar rivur í ísinum, sum bjargingarmenninir noyðast at síga niður í.
Kanningar hava víst, at teir báðir týsku ferðamenninir fóru úr tjaldinum fyri meiri enn trimum vikum síðani. Teir báðir menninir eru 24 og 29 ára gamlir.