Leita framvegis eftir fýra ella fimm

Umleið 50 bjargingarfólk og løgreglufólk leita eftir fýra ella fimm fólkum, sum ikki eru komin afturíaftur eftir hópdrápið á Utøya seinasta fríggjadag. Løgreglan hevur fingið frágreiðingar frá teimum, sum sluppu við lívinum við at fjala seg fyri Anders Behring Breivik, og løgreglan sigur, at hesar frágreiðingar gera góðan mun í sambandi við leitingina.

Løgreglan hevur tikið ymsa tøkni í brúk í leitingini. Eitt nú brúkar løgreglan ein bát, sum hevur útgerð, sum er ætlað til leiting í vatni og sjógvi.

Løgreglan í Oslo kunngjørdi í morgun, at hon fer í dag at almannakunngera tey fyrstu nøvnini á teimum, sum doyðu í atsóknunum í Oslo og á Utøya.