Leita framvegis eftir fólki eftir skriðulop í Italia

Italska stjórnin er kallað saman til skundfund, meðan bjargingarlið leita eftir saknaðum fólki

 

Skriðulopið í italska býnum Cassamicciola leyp eftir glopraregn. - Foto: Eliano Imperato/Ritzau Scanpix

Italsk bjargingarlið leita í dag eftir 12 saknaðum fólkum á Ischia, eini oyggj í syðra parti av landinum, eftir skriðulop.

Italska stjórnin er kallað saman til skundfund um støðuna.

Fleiri bilar og minst eitt hús vórðu rakt av skriðulopinum í búnum Casamicciola Terme í gjáramorgunin, upplýsa myndugleikar á staðnum og bjargingartænastan.

Bjargingarfólk hava sambært italsku tíðindastovuni AGO funnið líkið av eini 31 ára gamlari kvinnu. Aðrir lokalir miðlar skriva, at 13 fólk hava fingið skaða í sambandi við skriðulopið.

Italska forsætisráðfrúan, Giorgia Meloni, hevur víst sína samkenslu á Twitter.

Frá sløkkiliðnum verður sagt, at tey stúra fyri, at tey fara at finna fleiri deyð.

– Vit óttast, at tað kunnu vera fleiri offur, men higartil er fyribilstalið, at ein persónur er deyður, sigur Luca Cari, sum er talspersónur fyri sløkkiliðið.

Bjargingin er trupul, tí tað regnar og er nógvur vindur. Veðrið hevur eisini avlýst ferjufráferðir, sum skuldu koma við fleiri bjargingarfólkum.

Matteo Piantedosi, innanríkisráðharri, hevur áður ávarað um, at fólk kunnu sita føst í skriðuni. Sambært honum er støðan »ógvuliga álvarslig«.

Tað hevur verið ørkymlan um talið av deyðum í sambandi við vanlukkuna. Ein annar ráðharri, varaforsætisráðharrin og ráðharri fyri undirstøðukervi, Matteo Salvini, hevur upplýst, at átta eru deyð eftir skriðulopið.

Tað hevur innanríkisráðharrin tó rættað, tí talið er var ikki váttað.

Myndugleikarnir hava boðað frá, at millum 150 og 200 fólk eru rakt av evakueringini og harvið skulu hýsast fyribils uttan fyri heim teirra.

/ritzau/AFP

 

Skriðulopið í italska býnum Cassamicciola leyp eftir glopraregn. - Foto: Eliano Imperato/Ritzau Scanpix