Leita framvegis eftir kvinnuni á Støðlafjalli

Síðani í gjárkvøldið hava tey leitað eftir eini eldri, staðkendari kvinnu, sum seinnapartin einsamøll var farin til gongu á Støðlafjalli.

 

Løgreglan segði við in.fo í gjár, at kvinnan var kend um hesar leiðar, og at hon hevði gingið nógvar túrar har. Tá kvinnan ikki var komin aftur í gjárkvøldið, fóru fólk at órógvast. Tey høvdu tosað við hana í telefon, og tá var alt í lagi. Tá tey ringdu til hana aftur seinni, var einki samband við telefonina, segði útvarpið í morgun.

 

Bjargingarlið, hundapatrulja hjá løgregluni og tryla leita framvegis eftir kvinnuni í morgun. Tjúkt var í mjørka, tá leitingin byrjaði í gjárkvøldið, men seinni klárnari, og tá kom tyrlan við í leitingina.