Italska stjórnin hevur gjørt av, at bjargingararbeiðið aftan á jarðskjálvtan í landspartinum Abruzzo skal halda fram tvey samdøgur afturat Talið á deyðum aftan á jarðskjálvtan gjáranáttina er nú komið upp á 207, og sambært myndugleikunum eru 15 fólk framvegis ikki funnin.
Silvio Berlusconi, forsætisráðharri, segði í dag, at fleiri túsund fólk hava fingið skaða í jarðskjálvtanum, og at umleið 100 teirra hava fingið stóran skaða.
Fleiri lond hava boðið sær til at senda hjálp, men stjórnin í Rom hevur sagt nei takk, skrivar blaðið La Repubblica.