Leita við froskmonnum í dag

Leitingin eftir Rólant Nónfjall, ið hevur verið horvin síðani sunnudagin, er í morgin tikið uppaftur.


Leitað hevur higartil verið mest á landi og á sjónum vestanfyri og sunnunfyri, men nú verður leitað aðrastaðni.  


Jaspur Vang, sýslumaður í Suðuroynni, upplýsir fyri in.fo, at froskmenn eru boðsendir í dag. 


- Leitingin hevur mest verið vestanfyri, tí tað er har, at Rólant Nónfjall síðst varð sæddur, men í dag verða froskmenn sendir at leita vatnið á Eiðinum ígjøgnum, og so verður eisini leitað á Vágsfjørði. Tað verður ikki leitað nakað serligt á landi, tí vit meta, at vit hava troytt allar møguleikarnar har, sigur sýslumaðurin.


Sýslumaðurin letur annars væl at luttøkuni frá vágbingum í leitingini.


- Vágbingar hava verið ein stór hjálp í leitingini. Tey hava luttikið mannsterk sunnudagin, mánadagin og týsdagin, og hava borið teimum, ið leita, mat og annað. Tað eiga tey stóra tøkk fyri.