Umboðsmaðurin hjá Finnuri Justinussen, Hans Jacob í Líknargøtu, sigur við bold.dk, at teir kanna møguleikan at finna Finnuri eitt nýtt felag, sum liggur nærri Keypmannahavn.
- Trupulleikin var, at Finnur einans hevur verið parttíðaryrkisleikari. Vit hugsaði, at hetta var eitt høvi at gerast fulltíðar, men tað helt felagið ikki, sigur hann.
Teinurin úr Keypmannahavn, har Finnur Justinussen býr við familjuni og lesur til arkitekt, og til Næstved er langur, ov langur, heldur føroyski landsliðsspælarin.
Michael Buchholtz, sum er tekniskur stjóri í Næstved BK, sigur, at tað var ein heildarmeting, sum gjørdi, at felagið ikki bjóðaði Finnuri Justinussen ein fulltíðarsáttmála.
- Um vit gjørdu tað, hevði hann verið noyddar at sett onnur ting til viks. Nú eftirlíka vit hansara ynski og siga sáttmálan upp, og tað gevur honum so møguleikan at spæla fótbólt á einum lægri støði kanska, so hann eisini hevur tíð til onnur ting. Hans Jacob í Líknargøtu sigur, at Finnur Justinussen nú er á veg í starvsvenjing sum part av lesnaðinum.