Leitar eftir oljuleiðum

Norska oljufelagið Hydro hevði eitt metgott úrslit í fjør, men felagið hevur kortini ein trupulleika at dragast við. Felagið framleiðir so nógva olju nú, at tað fer at minka í brunnunum, samstundis sum tað hevur gingið illa at finna nýggjar leiðir.

Tí umhugsar Hydeo at keypa oljuleiðir ella partar av oljuleiðum, men tað er heldur ikki so lætt. Tað hevur víst seg at vera trupult at sleppa fram at leiðunum í Iran og Russlandi, og á norsk landgrunninum er eingin leið til sølu. Tí noyðist Hydro helst at venda eygunum ímóti Kanada, Meksikoflógvanum og Vesturafriku, skrivar Aftenposten.

Hydro framleiðir í løtuni umleið 575.000 tunnur av olju í meðal um dagin. Samstundis hevur felagið boðað frá, at tað ætlar at framleiða meiri aluminium.