Føroysk popprinsessa skal finna sín prins. Soleiðis stendur at lesa á heimasíðuni hjá donsku sjónvarpsrásini TV3, har tey í løtuni lýsa við føroysku Lillian Dalsgaard í eini nýggjari sending, sum eitur 6 på date.
Talan er um eitt sag av realitysending, har tað hvørja viku eru nýggir luttakarar. Hesa vikuna er Lillian Dalsgaard høvuðspersónin, meðan fimm donsk mannfólk á ymsan hátt royna at imponera hana. Hvønn dag fáa dreingirnir poeng frá Lillian Dalsgaard, og fríggjadagin verður so tann drongurin, sum hevur fingið flest poeng, kosin sum vinnari hesa vikuna. Vinningurin er at sleppa á eina sokallaða luksusdate við Lillian Dalsgaard, har tey skulu á eitt spauppihald saman.
Vil ikki útstillast
Í Føroyum er Lillian Dalsgaard ikki heilt ókend. Hon hevur eitt nú verið við í tónleikabólkinum Faroe5, og harafturat hevur hon verið partur av føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti. Lillian Dalsgaard hevur leingi hugsað um at luttikið í onkrari realitysending, men tó bleiv tað ikki fyrr enn nú, at hon gjørdi dreymin til veruleika.
- Sjálv dámar mær væl at hyggja eftir realitysendingum, tí eg haldi, tað er gott undirhald. Ein partur av teimum mongu sendingunum, sum eru at síggja, fara avgjørt út um mark, so tí vildi eg ikki verið við í eini og hvørjari sending, greiðir Lillian Dalsgaard frá og heldur fram:
- Tá eg frætti um hesa sendingina, dugdi eg beinanvegin at síggja, at talan er um eitt stuttligt og undirhaldandi konsept, har eg á ongan hátt verði útstillað, tí tað vil eg ikki vera við til, sigur Lillian Dalsgaard. Hvør partur av 6 på date er á ein tíma, men sambært Lillian Dalsgaard vóru upptøkurnar, sum fóru fram í summar, rættiliga drúgvar.
- Tey tóku upp í útvið 14 tímar hvønn dag. Tað er stuttligt at síggja nú, hvussu tey hava valt at klippa og seta sendingina saman, fortelur Lillian Dalsgaard, sum ikki hevur sæð partarnar, har hon er høvuðspersónurin, áðrenn teir verða vístir hesa vikuna. Ein av orsøkunum til at hon vildi luttaka í eini realitysending er, at hon hevur ætlanir um at arbeiða innan fjølmiðlaheimin.
- Eg kundi hugsað mær at verið journalistur, og tá kann tað kanska verða ein fyrimunur, at eg havi sæð, hvussu sendingar innan hesa sjangruna verða gjørdar. Harafturat er mín luttøka ein góður máti at hitta fólk innan fjølmiðlaheimin.
Dámar at royna mørk
Hóast Lillian Dalsgaard leingi hevur havt hug til at luttaka í onkrari sjónvarpssending, so var tað eitt sindur tilvildarligt, at tað júst bleiv 6 på date á TV3, sum hon valdi at vera við í.
- Tað var ein vinkona, sum meldaði meg til. Fólkini frá TV3 spurdu meg í roynd og veru tvær ferðir, um eg kundi vera við, men ikki fyrr enn triðju ferð valdi eg so at taka av tilboðnum, sigur Lillian Dalsgaard. Hon var tá júst liðug á HF og hevði hug til at royna okkurt annarleiðis.
- Tey, sum kenna meg, vita, at mær dámar at royna mørk, so á tann hátt haldi eg ikki, at tað kom so dátt við, tá eg fortaldi, at eg kundi hugsað mær at luttaka í hesi sendingini, greiðir Lillian Dalsgaard frá. Áðrenn endaliga avgerðin bleiv tikin, spurdi hon familju og vinir, hvat tey hildu um hennara ætlan.
- Vinfólkini hildu tað vera stuttligt og bóðu meg bara fara. Mamma visti ikki so nógv um hesa sendingini, men hon segði við meg, at so leingi eg ikki skuldi ganga nakin á nakrari strond, so var tað í lagi frá hennara síðu, fortelur Lillian Dalsgaard og smílist. Dagliga starvast hon sum vikarur í Hoyvíkar skúla, og í vikuskiftunum er hon barrvørður á einum dansistaði í Havn. Hon hevur ikki givið sær stórvegis far um, hvat onnur halda um hennara luttøku í 6 på date.
- Eg havi tað soleiðis, at tú livir bert einaferð, so tú skalt hava tað stuttligt, meðan tú kanst. Og so eri eg heldur ikki tann typan, sum hugsar um, hvat onnur halda um tað, eg geri, sigur Lillian Dalsgaard.
Hevði ongan føroyskan mat
Lillian Dalsgaard hevur undirskrivað ein sáttmála við TV3, og tískil kann hon ikki fortelja, hvussu leikur fer í komandi sendingum. Hon fortelur tó fegin um tað, vit higartil hava kunnað sæð á TV3 og avdúkar, at hon var alt annað enn rólig fyrsta dagin, dreingirnir koma heim í hennara íbúð.
- Eg var rættiliga nervøs, tí eg skuldi gera eina máltíð til okkum seks, og tey, sum kenna meg, vita eisini, at eg ikki eri tann stóri kokkurin. So tað at matgera var nokk størsta avbjóðingin, greiðir Lillian frá og flennur. Hon var leingi í iva um, hvat hon skuldi borðreiða fyri teimum fimm mannfólkunum, men visti, at tað skuldi vera okkurt føroyskt. Men so bleiv ikki.
- Tað hendi alt so spontant og tískil var skotbráið ov stutt til at eg kundi fáa nakran føroyskan mat sendan niður til Danmarkar. Tískil valdi eg bara kryddaðan høsnarunga, salat og eplabátar, sigur Lillian Dalsgaard. Føroyar vóru tó ikki heilt gloymdar, meðan dreingirnir vóru á vitjan fyrsta kvøldið.
- Fyri at hava okkurt føroyskt valdi eg at geva teimum føroyskan snaps. Eg vísti teimum fløskuna, og so sluppu teir at gita, hvaðani fløskan var, fortelur Lillian Dalsgaard og flennur eftir, at teir flestu gittu, at fløskan og Lillian ivaleyst vóru úr Russlandi ella Polen. Ein teirra gitti tó Føroyar.
Løgið at vera á skíggjanum
Enn eru tríggjar sendingar eftir, har Lillian Dalsgaard leitar eftir tí einasta eina, og henni dámar væl sendingarnar, sum hava verið at sæð higartil.
- Tað er sjálvandi eitt sindur løgið at síggja seg sjálva í sjónvarpi. Tad, ið eg havi sæð higartil, er fínt og ikki klipp ella sett saman annarleiðis, enn soleiðis sum situatiónin var. Tad eri eg sjálvandi sera fegin um, tí at tad ber jú meira enn væl til, at manipulera við klippingini, og hetta kemur jú meira enn so fyri í nærum øllum realitysendingum, sigur Lillian Dalsgaard, sum er sera fegin um, at hon valdi at luttaka í sendingini.
- 6 På Date hevur verið ein sera spennandi og lærurík tíð, ið eg avgjørt ikki vildi verið fyri uttan. Eg havi fingið alt tað burturúr, ið eg vónaði at fáa. Eg havi møtt fimm fantastiska fittum dreingjum, sum eg uttan iva fari at hava samband við restina av lívinum, fortelur Lillian Dalsgaard.
Ikki fyrr enn fríggjakvøldið, tá seinasti partur av 6 på date hevur verið, vita vit, um tað eydnaðist føroyska sprundinum at finna sjeik í donskum sjónvarpi. Tá hon fær sett spurningin, um hon nú hevur sjeik, svarar hon loyndarfull:
- Ja, tað er so tað, ha? Muligvis, sigur Lillian Dalsgaard.