Leitar eftir sviki í Danmark

Fyrrverandi kringvarpsstjóri hevur álitisstarv í Danmark

Árini frá 2008 til 2012 var hon stjóri í Kringvarpi Føroya, og hesi árini var Annika Mittún Jacobsen nógv frammi í almenna rúminum. Í august í 2012 gavst hon í stjórastarvinum, og síðani hevur hon ikki verið so sjónlig í føroyska samfelagnum.

Sosialurin hevur í vikuskiftisblaðnum funnið fram til nøkur fólk, sum plagdu at vera nógv frammi í almenna rúminum, men sum ikki eru tað longur.

Les eisini: Eg eri ikki beiskur longur

Annika Mittún flutti í 2012 til Danmark at búgva, og har hevur hon búð og starvast síðani.

Hon starvast hjá stóra sjálveigandi stovninum ATP, sum røkir uppgávur fyri bæði tað almenna og privata í Danmark. Annika Mittún Jacobsen er leiðari fyri deild við 30 fólkum, sum skal avdúka og fyribyrgja svik við almennaveitingum.

Les eisini: Hetta tekst Olofson prestur við í dag

– Mín uppgáva er at tryggja, at almennaveitingar enda í røttu lummunum. Um bert ein lítil prosentpartur av veitingunum verða goldnar fólki, sum royna at snýta seg til hesar veitingar, er talan um ovurhondsstóra upphædd. Tí ræður um, at vit støðugt fylgja við og hava eftirlit við, at pengarnir verða latnir fólki og fyritøkum, sum hava rætt til pengarnar, sigur Annika Mittún Jacobsen.

Í Vikuskifti í Sosialunum ber til at lesa meira um Anniku Mittún Jacobsen og onnur fólk, sum ikki eru so nógv frammi longur – eitt nú prestin Peter O. K. Olofson, X Factor stjørnuna Sveinur Gaard Olsen, fyrrverandi postverksstjóran Sofus Clementsen, Jóhan í Kollafirði og onnur.