Fyri vestmenningar kennist tað ivaleyst sum svárur missur, ímeðan tað fyri tey, sum halda við Neistanum man kennast kærkomið, at hópurin nú verður styrktur við enn einum leikara.
Talan er sjálvandi um hondbóltsleikaran Áka Olsen, sum hevur boðað frá, at hann komandi kappingarárið fer at spæla við Neistanum, har hann samstundis skal verða hjálparvenjari hjá Páll Poulsen.
Nýggjar avbjóðingar
Sjálvur sigur Áki at orsøkin til skiftið fyrst og fremst er tann, at hann við hesum fær nýggjar avbjóðingar innan hondbóltin.
Hann hevur, hóast sín unga aldur, leikt við besta liðnum hjá VÍF síðani 1992, og dylur ikki fyri, at tað onkuntíð kann kennast eitt sindur tungt og stívt, tá umstøður og viðleikarar alla tíðina eru tey somu.
Ikki soleiðis at skilja, at hann hevur nakað ilt at bera nøkrum viðvíkjandi VÍF, men tað er ofta soleiðis at tú kennir tað, sum um menningin ikki gongur við somu ferð, tá tú hevur verið á einum stað ígjøgnum longri tíð.
Hví Neistin
At tað júst gjørdist Neistin, sum í komandi kappingarári fær gleðina av hondbóltsevnunum hjá Áka, kemst í stóran mun av, at venjarin hjá Neistanum er vestmenningur.
Áki hevur fyrr havt við neistavenjaran, Páll Poulsen, at gjørt, og hava tað ongantíð verið stórvegis trupulleikar teirra millum. Harumframt metir Áki seg eisini vita, hvørjum Páll stendur fyri í hondbóltshøpi, og at hann tískil gleðir seg til samstarvið teirra millum.
Skuldi hann verið verandi í Føroyum, uttan at spæla við VÍF, so var hetta eisini tann mest nærliggjandi loysnin, tí sum hann sigur, so hevði hann ikki kunna ímynda sær, at spælt við t.d. Kyndli, sum jú ígjøgnum nógv ár hevur verið stóri kappingarneytin hjá VÍF. Harumframt hevur Neistin eisini styrkt nakað um liðið seinastu ár og í heyst, og átti møguleikin fyri einum góðum úrsliti tí avgjørt at verið til staðar.
Annars hava tilboð verið frá onkrum íslendskum felag, sum ynskti at fáa vestmenningin í leikarahópin, men tað er so ikki vorðið til nakað í hesum umfarinum.
Viljin nógv at siga
Spurdur um tað eru serlig viðurskifti, sum hann ætlar sær at leggja dent á í Neistanum svarar Áki, at tað yvirhøvur verður Páll, sum kemur at standa fyri venjingini sum heild, ímeðan Áki sjálvur kemur at hava meira við servenjingina at gera.
Harafturat metir hann seg ikki kenna nóg nógv til felagið og leikarahópin sum so, til at kunna úttala seg um hetta.
At uppgávan sum hjálparvenjari eisini vil viðføra, at hann kemur at venja leikarar, sum eru væl eldri enn hann er sjálvur, metir Áki ikki vera nakran vansa. Tá tað eru vaksin fólk, sum tú fæst við, átti hetta heldur ikki at verið nakar trupulleiki í hesum, við tað at allir vónandi koma til venjing við tí fyri eyga at gerast betri leikarar, líkamikið hvør tað er sum er venjari.
Áki leggur afturat, at hann vónar at hugburðurin hjá leikarunum til venjingina verður eins góður, sum hann hevur verið í Vestmanna seinastu árini, og leggur í sama viðfangi afturat, at eftir hansara meting hevur hetta alstóran týdning fyri úrtøkuna av venjingini og harvið fyri úrslitini í dystunum.
Sera spentur
Hóast Áki í løtuni dregist við einum skaða í lærkrikanum, og neyvan verður førur fyri at spæla tey fyrstu umførini, so er hann sum vera man sera spentur upp á, hvat nýggja kappingarárið hevur at bjóða.
Hann metir at Neistin í ár hevur gott fólk á flestu plássum, men ásannar samstundis at tað kann takað nakað av tíð, áðrenn teir verða rættuliga samansjóvaðir á og uttanfyri vøllin.
Vónirnar eru tó, at teir fara at megna at blanda seg upp í stríðið um heiðursmerkini, og tað man neyvan vera nakað dulsmál, at tá spælt verður, stríðast leikararnir fyri at vinna, hvørja ferð farið verður á vøllin.