Leitingin eftir flogfarinum heldur fram

Eitt flogfar hjá bretska flogvápninum leitar nú saman við íslendsku bjargingartænastuni eftir amerikanska flogfarinum, sum hvarv stutt eftir middag Bretar hava sent eitt flogfar av slagnum Nimrod at leita eftir tí lítla flogfarinum, sum hvarv í dag, tá tað var á veg úr Reykjavík til Wick í Skotlandi. Frammanundan leita íslendingar við flogfari, tyrlu og einum vakitarskipi.

Flogskiparin er einsamallur í flogfarinum, sum er av slagnum Piper Cherokee. Tað hvarv av radaranum hjá íslendska flogeftirlitinum stutt eftir middag. Tá var tað statt 130 fjórðingar í landssynning sunnan úr Hornafirði.

Íslendska bjargingartænastan hevur fingið at vita, at flotbúni og bjargingarbátur vóru í flogfarinum.

Leitingin heldur fyribils fram, til tað verður myrkt, sigur íslendska bjargingartænastan, men veðrið er vánaligt við nógvum vindi og stórari aldu.