Leitingin eftir hálendska seglbátinum heldur fram

Seglbáturin fór úr Íslandi og skuldi sigla til Grønlands, men familjan hevur einki hoyrt frá einsamalla manninum síðan hin 8. august.

 

Hesin seglbáturin - nevndur Laurel - er eftirlýstur á leiðini millum Ísland og Grønland.

 

 

Ein seglbátur úr Hálandi, sum hevur verið her um okkara leiðir, er saknaður. Seinast familjan hoyrdi frá einsamalla manninum í bátinum, var hin 8. august í ár - ella fyri skjótt einum mánaði síðan.

 

Ætlandi skuldi báturin koma til Grønlands hin 22. august, men higartil hevur eingin sæð bátin, og familjan hevur ikki hoyrt eitt orð frá manninum.

 

Grønlands Politi eftirlýsti seglbátin fyrr í hesi vikuni og heitti á skip og bátar um at siga frá, um tey sóu bátin. 

 

Arktisk Kommando hevur eisini leitað inni á firðum við sjóverjuskipinum Thetis, og tey hava eisini havt tyrlu á flogi í leitingini. Haraftrat hevur eitt Challenger-flogfar hjá verjuni leitað úr Tasiilaq og suðureftir.

 

Men, higartil hevur alt verið til fánýtis, og einki hevur verið at sæð ella hoyrt til mannin í seglbátinum, sum kallast Laurel og sum sæst her á myndini omanfyri.

 

- Vit hava serliga leitað fram við syðra parti av eysturstrondini, tí longur norðuri er meira skipaferðsla, og har eru fleiri eygu, sum kunnu síggja bátin, um hann skuldi verið har, siga tey hjá Arktisk Kommando við Sermitsiaq. 

 

Íslendsk fiskiskip, sum eru á leiðini millum Ísland og Grønland, hava eisini eyguni eftir hálendska seglbátinum.

 

 

 

Hesin seglbáturin - nevndur Laurel - er eftirlýstur á leiðini millum Ísland og Grønland.